Menninir úr Vestmanna vunnu tryggan sigur, tá StÍF vitjaði í dag.
Tað mesta varð avgjørt seinastu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki. StÍF fylgdi annars væl við eina løtu, men frá 7-6 vann VÍF seg upp á 18-11 undan steðginum, og so var ikki meira spenningur eftir.
Í seinna hálvleiki hildu vertirnir rimmarfast um dystin, og tað eydnaðist ongan tíð gestunum at skapa minsta vetið av spenningi aftur í dystin.
Filip Jojic skeyt í dag 12 mál fyri VÍF. Eyðbjørn Eriksen skeyt fimm mál fyri StÍF.
Við sigrinum hevr VÍF nú 22 stig fyri fyrstu 14 dystirnar. Kyndil er nummar tvey við 19 stgum fyri 14 dystir.
VÍF-StÍF 30-22 (18-11)