Oddaliðið kemur á vitjan

Kvinnulandsliðið: Um eina lítla viku skal føroyska kvinnulandsliðið aftur á vøllin, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli, skrivar Fótbóltssambandið

Fegnar kvinnur niðri í Montenegro í apríl mánað, eftir at Sunniva Willemoes hevur lagt Føroyar á odda við góðum langskoti - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Seinnapartin mánadagin fer Signe Pries Andersen saman við føroyska kvinnulandsliðnum undir fyrireikingarnar til seinastu dystirnar í verandi EM-undankapping. Tann fyrri verður á heimavølli fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45, tá oddaliðið í bólkinum, Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli.

 

Í øvugta dystinum, sum var spældur í Montenegro í apríl mánað, gjørdist úrslitið 5-1 til Montenegro. Tað vóru annars okkara kvinnur, ið komu betri frá byrjan, tá Sunniva Willemoes eftir smáar tíggju minuttir legði Føroyar á odda við góðum langskoti.

 

Undan dystinum eru Føroyar nummar 3 í bólkinum við trimum stigum. Montenegro er fremst við 10 stigum, ájavnt við Grikkaland, men tó við munandi betri málmuni. Andorra er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Andorra týsdagin 16. juli.

 

Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Montenegro fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.

 

Hópurin:

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

 

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

 

Petra Hoydal, AaB (Danmark)

 

Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)

 

Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Rúna Jacobsen, HB Tórshavn

 

Sunniva Willemoes, HB Tórshavn

 

Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn

 

Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn

 

Durita Hummeland, KÍ Klaksvík

 

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík

 

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

 

Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík

 

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

 

Malena Olsen, KÍ Klaksvík

 

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

 

Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík

 

Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Lea Lisberg, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Fegnar kvinnur niðri í Montenegro í apríl mánað, eftir at Sunniva Willemoes hevur lagt Føroyar á odda við góðum langskoti - Mynd: Jakoba Svensdóttir