Fótbóltur
Við verandi oddasessinum í donsku SAS-liguni í mentu er eingin ónøgd at hóma í AaB um avrikið hjá Erik Hamrén. Munurin niður til FCK er nú øktur til seks stig, og í Aalborg hóma tey nú av álvara fyrsta meistaraheitið síðani 1999. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at mest týðandi spælarin á AaB-liðnum ta ferðina var Ståle Solbakken, sum í dag venur júst FCK.
Tað stóð tó longu í heyst greitt, at Hamrén eftir hetta kappingarárið fer til norska Rosenborg, men enn hevur AaB ikki gjørt greitt, hvør skal avloysa væl lýdda svian.
- Trupulleikin er, at eingin venjari er tøkur í løtuni. Og sum heild er fíggjarstøðan í ymsu feløgunum somikið góð, at tað kostar heilt nógv, um ein venjari skal keypast úr sínum sáttmála, sigur ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, við Ekstra-Bladet.
- Hevði tú spurt meg fyri nøkrum mánaðum síðani, um vit høvdu eina loysn um miðjan apríl, so hevði eg uttan iva svarað ja. Men tey nøvnini, sum vit hava arbeitt við, eru so ikki komin nakran veg kortini, sigur Lynge Jacobsen.
Í donskum miðlum hevur annars verið dúgliga gitt, hvør nýggi venjarin hjá AaB verður. Eitt nú hava Morten Wieghorst og Kent Nielsen fleiri ferðir nevndir, men enn hava teir so sáttmála við ávíkavist FC Nordsjælland og AC Horsens.