Flogbóltur
Størstu sensatiónina í meistaradeildini hjá monnum hetta vikuskiftið stóðu mennirnir hjá Fleyr fyri, tá teir megnaðu at vinna eitt sett á Mjølni.
Annars varð dysturin ikki serliga spennandi, Mjølnir stýrdi so at siga øllum, fyrsta sett vunnu teir uttan trupulleikar 25-13. Annað sett var sera líkt tí fyrsta, tað vunnu klaksvíksingar 25-17, og so hildu øll at tað var sum tað plagar við dystum har Fleyr er annað liðið, nevniliga stórtap. Men so varð ikki, tað gekk betri hjá Fleyr í triðja setti, møguliga tí at Mjølnir tók sær av løttum, men teir vunnu triðja sett 27-25. Fleyr megnaði ikki at halda støðið frá triðja setti, teir blivu "normalir" aftur og tapti fjórða sett 25-9 og harvið dystin.
Á Kambsdali har ÍF tók ímóti Fram, var eingin ivi um úrslitið. ÍF sorlaði Fram av, dysturin endaði 3-0. Settúrslitini vóru 25-13 25-10 og 25-8.
Eftir dystirnir í vikuskiftinum er støðan í oddinum óbroytt. Mjølnir og ÍF liggja framvegis lið um lið við 14 stigum hvør, tó hevur Mjølnir betri settmun. Hetta vóru seinastu dystirnir í meistaradeildini hjá monnum í ár.
Komandi vikuskiftið skal manslandsliðið í flogbólti til Skotlands at royna seg í EM-undankappingini.