Oddaliðini vunnu í Premier League

Seks dystir hava verið í Premier League í dag. Tann seinasti av teimum er akkurát liðugur og endaði við tryggum 3-0 sigri til Arsenal, sum var á vitjan hjá West Ham. Robin Van Persie legði Arsenal á odda eftir eitt lítið korter eftir uppspæl úr høgru frá Theo Walcott. Stutt fyri hálvleik økti Theo Walcott sjálvur eftir upplegg frá Robin Van Persie. Eitt lítið korter fyri tíð skoraði Robin Van Persie triðja og seinasta málið í dystinum við brotssparki. Fleiri miðlar vilja vera við, at venjarin hjá West Ham, Avram Grant, verður koyrdur í næstum og at Martin O?Neill kemur í hansara stað.

 

Manchester City vann málríkan dyst á City of Manchester stadium móti Wolverhampton. Støðan gjørdist 4-3 til heimaliðið, sum hevði Edin Dzeko við frá byrjan. Tað var annars Wolves, sum kom á odda og var fyri tað mesta oman á í fyrra hálvleiki. Stutt fyri hálvleik fekk miðverjin, Kolo Toure, javnað fyri Manchester City. Í seinna hálvleiki øktu Carlos Tevez, við tveimum málum, og Yaya Toure til 4-1. Wolves royndi at svara aftur og tað eydnaðist teimum at minka um munin til 4-3.

 

Tað hevur gingið óvanliga illa hjá Chelsea seinastu tíðina, men í dag megnaðu teir at vinna á Blackburn. Støðan í hálvleikinum var málleysur javnleikur, men í seinna hálvleiki megnaði Chelsea at tryggja sær sigurin við málum frá Branislav Ivanovic og Nicolas Anelka.

 

Manchester City liggur nú á odda við 45 stigum, men hevur spælt tríggjar dystir fleiri enn Manchester United, sum hevur 44 stig á øðrum plássi. Teir spæla í morgin á útivølli móti Tottenham. Arsenal liggur á triðjaplássi, tvey stig frammanfyri Chelsea, sum liggur nummar fýra.

 

Premier League úrslit:

 

Chelsea ? Blackburn 2-0

Manchester City ? Wolves 4-3

Stoke ? Bolton 2-0

WBA ? Blackpool 3-2

Wigan ? Fulham 1-1

West Ham ? Arsenal 0-3