Oddaliðini vinna hvørja ferð

Eingin føroyingur var á vøllinum, og líkindini vóru út av lagi vánalig, tá eitt umfar í superliguni mikukvøldið var á skránni

 

SUPERLIGAN


Skulu fótbóltslíkindini í Danmark mikukvøldið sammetast við okkurt, sum ikki er so langt burtur frá fótbóltshugaðum føroyingum, so kann tað vera steypafinalan á ólavsøku og landsdysturin á heimavølli ímóti Luksemborg.

Tað oysregnaði, og tað var nógvur vindur kring alt Danmark, tá 11. umfarið var á skránni í superliguni. Harvið eru ein triðingur av dystunum í hesum kappingarárinum spældir.


Sami toppur

Brøndby og AaB hava verið mest sannførandi fyrstu tíggju umførini, og bæði oddaliðini vunnu mikukvøldið. Brøndby hevði vitjan av illa stadda Vejle, sum einki fekk til hús við sær. Men teir í Vejle vóru óhepnir. Í 1. hálvleiki gjørdi Vejle málverjin sjálvmál, og eitt korter undan leikloki økti Brøndby, eftir stórt kiks í Vejle verjuni. Í síðsta minuttinum minkaði Vejle upp á brotsspark um munin til 2?1.

Í Aalborg vóru líkindini sum allar aðra staðni. AaB vann 2?1 ímóti Lyngby, sum ikki veit, hvussu tað verður við framtíðini í bestu deildini, og sum veit, at teir um eitt ár fara at missa nógv avhildna venjaran, Poul Hansen. AaB skoraði sigursmálið, tá tað restaðu fimm minuttir.


Eingir føroyingar

Esbjerg er framvegis á triðja plássi. Christian Høgni Jacobsen var ikki á liðnum, sum vann 4?3 í Silkeborg. Bo Nielsen, sum Silkeborg akkurát hevur keypt úr AGF, skoraði øll málini hjá heimaliðnum, og Jess Thorup skoraði trý mál fyri Esbjerg. Fjórða málið hjá Esbjerg skoraði álopsmakkarin hjá trímálsskjúttanum ? Henrik Nielsen.

Í Parkini oysregnaði eisini. Todi Jónsson er ikki heilt klárur at spæla enn, og hóast Heine Fernandez heldur ikki var við, so hevði FCK ongar trupulleikar ímóti heilt illa stadda AGF. Úrslitið var 3?0, og miðvallarin Thomas Røll, sum aftur hesa ferð var í álopinum, skoraði tvey mál. Morten Bisgaard skoraði til 2?0. Hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað, síðani hann í summar kom til FCK.

OB ? uttan Johan Byrial Hansen ? megnaði 2?2 í Viborg, og AB megnaði eisini 2?2. Teir spældu í Ikast ímóti FCM, sum er samansetta liðið hjá Ikast og Herning. Fyrrverandi Herning spælarin, Abdul Sule, skoraði bæði málini hjá AB.