Á pappírinum hevur HB lættara dystin, tá teir taka ímóti argjamonnum, sum nú hava lítið annað at spæla fyri enn heiðurin. Og sigast má eisini, at tað ikki reiðiliga hevur gingið eftir vild hjá AB seinastu tíðina.
NSÍ hevur truplari mótstøðu í Víkingi, og ikki kann roknast við sjálvsøgdum sigri til runavíkingar.
Dysturin í Runavík byrjar klokkan 17.30, meðan HB og AB bresta saman í Gundadali klokkan 18.00










