Eitt umfar verður í landskappingini hjá monnum í kvøld. Trý av oddaliðunum, STÍF, VÍF og Kyndil eru á heimavølli í kvøld, og felags fyri øll oddaliðini er, at tey møta liðum, tey skulu hava fulla úrtøku ímóti.
Strandingar fáa vitjan av KÍF á Skála. Seinast liðini hittust endaði við javnleiki 27-27. STÍF er framvegis oddalið, og skal frástøðan til vestmenningar og kyndilsmenn varðveitast, er av alstórum týdningi, at dysturin verður vunnin. Strandingar lótu illa at spælinum í fyrra hálvleiki ímóti H71 leygardagin, men betur gekk í seinna hálvleiki, og finna strandingar spælið í seinna hálvleiki ímóti hoyvíkingum framm aftur, so átti teir at megna at knógva kollfirðingum í kvøld.
VÍF fær vitjan av botnliðnum úr Runavík, Tjaldur. Tjaldur endar við vissu á aftasta plássinum í bestu mansdeildini í ár, og tí átti dysturin verið ein avgreiðsluspurningur hjá VÍF. Vestmenningar liggja ájavnt við STÍF í stigatalvuni, men hava leikt ein dyst fleiri. Skulu vestmenningar framvegis hótta STÍF er kravið einfalt ein sigur ímóti botnliðnum Tjaldur.
Seinasti dysturin í kvøld verður grannauppgerð í høllini á Hálsí, har Kyndil og H71 bresta saman. Kyndil hevur rættiliga bitið frá sær í endaspælinum, og framvegis hevur havnarliðið møguleika at vinna meistaraheitið. Í Kyndli siga teir seg taka ein dyst í senn, og so fáa teir at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Kravið hjá Kyndli í kvøld er ein sigur, um vónin um meistaranheitið skal varðveitast. Hoyvíkingar hava havt fleiri óvæntaði úrslit í endaspælinum, men tað tykist sum um luftin er farin úr teimum seinastu vikurnar. Hetta kemur helst av, at felagið úr Hoyvík hvørki er við botnstríðnum ella kann gera seg galdandi í kappingini um heiðursmerkini.