Oddaliðini sett upp á pláss

Brøndby fekk einki, FCK misti tvey stig í síðstu løtu, og nú er AaB rættuliga við í stríðnum um næstfínastu heiðurskrónurnar

SUPERLIGAN

Hóskvøldið vóru øll tólv feløgini í superliguni í eldinum. Oddaliðið Brøndby legði á SAS arenuni í Herning rygg til 3-1 tap. Harvið fekk FCM hevnd yvir tapið móti Brøndby í steypafinaluni.
FCM venjarin, Erik Rasmussen, sum í síni tíð var sera snildur miðvallari í Brøndby, metti, at liðið hjá honum hevði víst besta avrikið í hesum kappingarárinum. Brøndby venjarin, Michael Laudrup, helt, at hansara lið í 1. hálvleiki hevði víst ússaligasta avrikið, síðani hann gjørdist venjari í Brøndby. Tað tóktist sum um, at spælararnir ikki høvdu fingið armarnar niður um høvdið aftur, eftir at teir sunnudagin vunnu 5-0 á FCK.
FCK hevði møguleikan at taka nakað av tí, sum teir sunnudagin mistu, aftur, men tað eydnaðist bara næstan. Teir høvdu vitjan av OB, sum javnaði til 1-1 stutt undan dystarenda. Zuma hevði í 1. hálvleiki lagt heimaliðið í Parkini á odda.
AaB er tað felagið, sum í vár hevur havt størstu úrtøkuna, og nú eru teir bara eitt stig aftanfyri FCK í kappingini um silvurkrónurnar. Eingin roknar við, at nakar verður førur fyri at fáa Brøndby aftur.
Hesa ferð var talan um sanna málveitslu, tá ið AaB hevði vitjan av grannunum úr Viborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 4-0. Teir vunnu 5-3, men tá hevði støðan eina løtu í 2. hálvleiki verið 4-3!
Esbjerg hevur eisini víst støðug avrik í vár. Hesa ferð smurdu teir á heimavølli Silkeborg av 4-0.
Í Århus vann AGF 4-0 á Randers, sum sakk eitt sindur longri niður móti niðurflytingarplássi. Tað gjørdu teir, tí Herfølge á heimavølli og í vánaligari uppgerð vann 1-0 á FCN. Hesi bæði eru framvegis á niðurflytingar plássunum.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: Viborg-Herfølge, Randers-FCK, FCN-AGF, OB-FCM, Silkeborg-AaB og Brøndby-Esbjerg.