Oddaliðini renna undan

Ábendingarnar gerast greiðari fyri hvørt vikuskifti. Tað verða helst Mjølnir og SÍ, sum skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið hjá kvinnum. Bæði oddaliðini vunnu aftur hesaferð.

Hóast Fleyr og TB hava runnið aftaná í nógvar mánaðir ovastu liðunum og somuleiðis varðveitt spenningin í kappstríðnum um at røkka finalunum um føroyameistaraheitið, so er tað nú alsamt meira sum bendir á, at Mjølnir, sum tó er einaráðandi í kvinnukappingini, og SÍ verða finaluliðini í hesum kappingarárinum.

Flogbóltskvinnurnar úr Sørvági vunnu hesaferð greitt og einfalt á Ternuni. Úrslitið var 3-0. Við sigrinum stevna tær beint í finalurnar um føroyameistaraheitið, har tær skulu spæla ímóti ósigraða Mjølnir, sum hevur verið í serflokki í hesum kappingarárinum.

KÍF snávaði

Síðsta vikuskiftið vunnu kollfirðingar á Ternuni. Tá var KÍF aftanfyri 0-2, men tað eydnaðist at snara øllum á høvdið seinastu trý settini. Hesaferð var støðan tann øvugta. KÍF var á odda 2-0 á Drátti, men tað lukkaðist heimaliðnum at reisa seg og vinna 3-2. Hetta var fimtu ferð í hesum kappingarárinum, at Dráttur fer av vøllinum sum vinnari.

Í Trongisvági greiddi TB sín setning leygardagin, tá botnproppurin ÍF var á vitjan. Úrslitið var 3-0. Hóast kvinnurnar úr Fuglafirði enn einki stig hava skavað saman í hesum kappingarárinum, so royndu tær seg sum frægast. Munurin var heldur ikki so stórur, sum stigatalvan annars hevði lagt upp til. TB spældi aftur í gjár, mótstøðuliðið tá var Dráttur, og eisini hesaferð vann TB. Úrslitið var 3-1.

Spennandi vika hjá Fleyr

Hóskvøldið hevur SÍ ein gyltan møguleika at mest sum staðfesta sítt finalupláss, tá Fleyr, sum er nummar trý, vitjar í Sørvági. Um eina viku verða stigini býtt í helvt, men hetta er kortini millum seinastu møguleikarnar hjá havnarkvinnunum at leggja trýst á SÍ, tí sørvágskvinnur snávað sjáldan.

Komandi sunnudag verður uppgávan eisini møtimikil hjá Fleyr, sum fær vitjan av TB. Tí fara komandi seks dagarnir at vera avgerandi fyri finalustríðið hjá Fleyr. Vinnur liðið ikki báðar dystirnar, so skal ganga sera illa í hond hjá SÍ næsta mánaðin, um liðið ikki skal vinna seg í finalurnar um føroyameistaraheitið.

Úrslitini hetta vikuskiftið:

Ternan – SÍ 0-3 (10-25, 21-25, 16-25)
Dráttur – KÍF 3-2 (19-25, 21-25, 25-22, 25-15, 15-13)
TB – ÍF 3-0 (25-16, 25-20, 25-18)
Mjølnir – Ternan 3-0 (25-17, 25-20, 25-8)
Dráttur – TB 1-3 (25-15, 21-25, 21-25, 23-25)