Oddaliðini mangla á kvinnulandsliðnum

Um vikuskiftið verða fýra a-landsdystir í hondbólti leiktir. Bæði kvinnu- og manslandsliðið skulu tvær reisir spæla móti íslendingum. Leygardagin verður spælt á Eiði, og sunnudagin verður spælt í Havn. Hvørki Stjørnan ella VB hava nakað umboð á kvinnulandsliðnum

Talan er um stórar avbjóðingar hjá teimum báðum føroysku liðunum, tí tað er lítið at ivast í, at íslendingar eiga nógvar sterkar spælarar. Serliga á manssíðuni eru íslendingar millum fremstu tjóðir í heiminum, og hóast liðið, ið kemur til Føroya, einans er mannað við leikarum úr heimligu kappingini í Íslandi, er einki at ivast í, at talan er um eitt sera sterkt lið.

Oddaliðini mangla á kvinnulandsliðnum
Tíverri má staðfestast, at tað er eitt skert føroyskt kvinnulið, ið fer í eldin um vikuskiftið. Tey bæði avgjørdu oddaliðini í føroysku kvinnukappingini seinnu árini, Stjørnan og VB, hava einki umboð á liðnum, og tað er undrunarvert.
Flemming Raben er venjari hjá føroyska kvinnulandslinum. Spurdur hvussu tað ber til, at hvørki VB ella Stjørnan hava nakað umboð á liðnum, sigur hann:
- Størsti parturin av hópinum hjá Stjørnuni er uttanlands í løtuni, og fleiri teirra hava meldað avboð til landsliðið, sigur Flemming Raben.
Sosialurin var tó vitandi um onkran einstakan Stjørnuleikara, ið hevur verið fastur partur av liðnum og er heima, sum tó einki hevði frætt í sambandi við dystirnar um vikuskiftið. Eisini tosaðu vit við onkran stuðul á VB-liðnum, sum heldur ikki hevði frætt nakað.
Hetta kom eitt sindur óvart á Flemming Raben, men eftir at hava kannað hetta nærri, kundi hann staðfesta, at talan var um eitt grovt innanhýsis mistak í hondbóltssambandinum.
- Fyrrverandi landsliðsvenjarin og núverandi venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, hevði meldað avboð vegna alt liðið hjá Stjørnuni, og somuleiðis hevði eg fingið at vita, at ávísir leikarar hjá VB ikki høvdu áhuga í landsliðsarbeiðinum. Hetta vísir seg tó ikki at verða rætt, og tað er harmiligt, at hetta ikki verður staðfest fyrr enn nú. Eg vil tó leggja dent á, at hetta kemur at fáa konsekvenir, sigur ein avgjørdur Flemming Raben.
Venjarin fer tó ikki at broyta nakað í landsliðsúttøkuni til dystirnar um vikuskiftið, tí leikararnir í hópinum hava vant saman í fleiri dagar, men spælararnir í Stjørnuni og VB verða heilt vist við í mynduni, næstu ferð liðið verður úttikið, sigur hann.

Nýtt andlit á mansliðnum
Venjarin hjá manslandsliðnum, Henrik Gerster, hevur tikið út 17 spælarar til dystirnar móti íslendingum. Millum teir 17 spælararnar er eitt fyri føroyingar púra ókent navn. Talan er um 21 ára gamla Sune Navntoft, ið til dagligt spælir í Lyngby HK í næstfremstu donsku deildini, har hann er liðfelagi við ein annan føroyskan landsliðsleikara Heina Hanusarson. Sune Navntoft hevur eina føroyska ommu, og tí hevur hann loyvi til at umboða Føroyar.
Føroyska manslandsliðið hevur vant bæði mikudagin, hósdagin og fríggjadagin undan dystunum móti íslendingum, og landsliðsvenjarin heldur, at menn eru væl fyri at taka ímóti íslendingum.
Henrik Gerster sigur, at dystirnir móti íslendingum eru ein liður í fyrireikingunum til Challenge Trophy Cup í heyst, og ætlanin er, at landsliðshópurin skal venja eina ferð um vikuna heilt fram til oktobur mánað.
Um dystirnar móti íslendingum sigur føroyski landsliðsvenjarin, at hann kennir fleiri av íslendsku spælarunum:
- Tað eru fysiskt sterkir leikarar, og tað er einki at ivast í, at teir hava eitt sterkt lið. Eg ivist tó ikki í, at um vit raka dagin, so kunnu vit eisini vinna á íslendingum, sigur Henrik Gerster. Tó sigur hann, at høvuðsendamálið við dystunum er, at spælararnir læra, hvat tað krevur at spæla altjóða dystir.