Tveir dystir eru á skránni í Atlantic Airways-kappingini í dag.
Á Skála skal H71 royna at taka seinasta fetið móti oddinum, tá teir vitja toppliðið, StÍF.
Og í Havn eigur hitt oddaliðið, Neistin, heimavøll í grannauppgerðini móti Kyndli. Hvørki av feløgunum hevur havt serliga góðan byrð seinastu umførini, men Neistin er tó enn partur av oddinum, og tí er einki at ivast í, at teirra fjepparar rokna við tveimum stigum.