Fyrsti dysturin var longu fríggjakvøldið. Tá var nevniliga stevnudystur á Eystanstevnu, har NSÍ tók ímóti B71. Tað líktist leingi einum málleysum javnleiki, men NSÍ tók yvir eftir at Gunnar Lydersen hjá B71 fekk beinleiðis reytt kort 20 minuttir fyri leiklok. Fimm minuttir fyri leiklok bragdaði eisini hjá heimaliðnum. Viggo Johannesen legði teir á odda 1-0, og tríggjar minuttir inni í yvirtíðini staðfesti Albert Róin Johannesen 2-0-heimasigurin á Eystanstevnu.
Oddaliðið AB, sum heldur óvæntað hevði tapt tveir dystir á rað, fekk uppreisn á Toftum ímóti B68. Og væl tað. Teir vunnu heili 7-1. Bjartur Kjærbo setti gildið í gongd við tveimum málum innan 25 minuttir, og síðani fylgdu Jobina Drangastein við tveimum málum og Tummas Justinussen, Nicolai L. Eriksen og Ebba Kristinn Thomsen við hvør sínum máli. Málið hjá B68 skeyt Ramon Højgaard.
Truplari var hjá hinum oddaliðnum, 07 Vestur, sum var á vitjan í Leirvík hjá Víkingi. Emil Mikkelsen legði 07 Vestur á odda stutt áðrenn hálvleik, men beint eftir hálvleikin javnaði Heðin Hansen fyri Víking. Jákup S. Olsen legði 07 Vestur aftur á odda eitt korter seinni, men Ingi Sørensen javnaði aftur fyri Víking stutt aftaná. Tað líktist leingi einum javnleiki, men ein minutt fyri leiklok var Emil Mikkelsen aftur á blettinum og avgjørdi dystin, soleiðis at 07 Vestur vann dystin 3-2.
HB er væl koyrandi í løtuni og vann sín triðja sigur á rað, tá ið teir hesaferð á heimavølli vunnu 2-1 á KÍ. Skála fekk ein týdningarmiklan 2-1-sigur í Streymnesi ímóti EB/Streymi og heldur harvið fast um triðja plássið.
albinus@sosialurin.fo
NSÍ II- B71 2-0 (0-0)
1-0: Viggo Johannesen, 85.
2-0: Albert Róin Johannesen, 93.
Útv.: Gunnar Lydersen, B71
B68 II - AB 1-7 (0-2)
0-1: Bjartur Kjærbo, 22.
0-2: Bjartur Kjærbo, 25.
0-3: Tummas Justinussen, 50.
0-4: Jobin Drangastein, 53.
0-5: Jobin Drangastein, 62.
1-5: Ramon Højgaard, 63.
1-6: Nicolaj L. Eriksen, 64.
1-7: Ebbe Kristinn Thomsen, 85.
Víkingur II - 07 Vestur 2-3 (0-1)
0-1: Emil Mikkelsen, 44.
1-1: Heðin Hansen, 48.
1-2: Jákup S. Olsen, 64.
2-2: Ingi Sørensen, 68.
2-3: Emil Mikkelsen, 89.
HB II - KÍ II 2-1 (1-0)
1-0: Hendrik Rubeksen, 8.
2-0: Hendrik Rubeksen, 54.
2-1: Rudolf Eliasen, 87.
Útv.: Bjarki Vágstún, 90.
EB/Streymur II - Skála 1-2 (1-0)
1-0: Ólavur F. Ejdesgaard, 29.
1-1: Brian Jacobsen, 56.
1-2: Brian Jacobsen, 64.










