Oddaliðið vitjar á Hálsi

Tveir dystir verða í dag. Í Atlantic Airways deildini spæla Kyndil og KÍF, meðan í kvinnudeildini fær Kyndil vitjan av VB.

 

Tvey lið hava fingið stig móti KÍF í ár. Umframt VÍF, sum vann í høllini í Kollafirði farna vikuskiftið, so megnaði Kyndil eisini at fáa stig úr Kollafirði fyrr í kappingarárinum. Tann dysturin endaði við javnleiki 30-30.

 

Tann dysturin var sera spennandi og lítið bendi á, at tað var tann stóri munurin á liðnum hetta kappingarárið, men tað hevur ikki gingið heilt so væl hjá teimum grønu, sum hjá kollfirðingum. Fram til seinasta vikuskiftið var KÍF einaráðandi, men ein skakandi vánalig byrjan upp á dystin móti VÍF gjørdi, at liðið tapti sín fyrsta dyst.

 

Fyri Kyndil hevur tað stóran týdning at vinna dystin, so felagið ikki missir samband við oddaliðini. Fyri KÍF er tað týdningarmikið at reisa seg eftir ósigurin fyri VÍF.

 

Dysturin um annað plássið

 

Á Hálsi verður dystur millum Kyndil og VB, sum liggja nummar ávíkavist trý og tvey. Seinast liðini hittust endaði tað við 23-23 javnleiki, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

 

Hondbóltur um vikuskiftið:

 

Atlantic Airways deildin:

17/11 Kyndil-KÍF 16.00

18/11 StÍF-VÍF 16.00

18/11 Neistin-H71 16.00

 

Fremsta deild kvinnur:

17/11 Kyndil-VB 14.30

18/11 StÍF - VÍF/Tjaldur 14.30

18/11 Neistin-Stjørnan 14.30