Sáttmálin hjá Kaj Leo í Bartalsstovu við íslendska ÍBV gongur út á nýggjárinum, og tað er okkurt, ið bendir á, at føroyski landsliðsvongurin ikki heldur fram í felagnum av Vestmannaoyggjunum.
Fotbolti.net skrivar í dag, at oddaliðið í íslendsku deildini, Valur, er áhugað í Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur staðið seg væl hjá ÍBV seinastu tíðina. Valur er eisini verandi íslendskur meistari.
Valur er tvey stig á odda undan seinasta umfarinum leygardagin, og mest sannlíkt er ein javnleikur á heimavølli ímóti botnproppinum, Keflavík, nóg mikið til at endurvinna íslendska meistaraheitið.
Kaj Leo í Bartalsstovu er 27 ára gamal, og á uttanlandsævintýri sínum hevur hann umframt ÍBV eisini spælt við FH, Dinamo Bukarest og Levanger.










