Kenna tey í B36 seg mest sum forfylgd av ringari eydnu fyri tíðina, so er hetta kanska ikki so løgið. Sunnudagin er satt oddabrak á skránni, tá fremsta Formula-liðið kemur á vitjan, men fortreytirnar hjá meistarunum kundu í øllum førum verið væl betri.
Alex José dos Santos og Fróði Benjaminsen eru báðir leikbannaðir. Ingi Højsted er úti fyri restina av árinum, og enn er Bergur Midjord ikki førur fyri at spæla, eftir at hann breyt fótin á landsliðsferðini til Florida. Teir fýra teljast uttan iva millum teirra, sum undir vanligum umstøðum verða roknaðir millum stuðulsspælarar á liðnum, og tí hevur Sigfríður Clementsen eina hampuliga stóra uppgávu, nú kortini skulu blandast.
Vilja halda kósini
Hjá EB/Streymi tykist barometrið hinvegin bara peiggjað uppeftir. Seinasta vikuskiftið vunnu teir seg aftur upp á oddasessin, og tað vildi verið eitt stórt fet í so máta, um teir fara úr høvuðsstaðnum við øllum stigunum fyri aðru ferð í ár.
Einasti spælarin, sum ikki er tøkur til dystin, er Ólavur Poulsen, sum møguliga hevur brotið hondina. Í aðrar mátar nýtist Piotr Krakowski hvørki at hugsa um skaðar ella leikbann, og tí verður tað eitt lið í mest sum ideal-uppstilling, sum verður sent á vøllin í Gundadali sunnudagin.