Hondbóltur
Tað líkist einum veruligum braki, tá H71 sunnudagin fer til Vestmanna. Verjandi meistararnir hava kanska ikki svingað heilt so væl í ár, men enn eru teir væl og virðiliga við í stríðnum um annað av finaluplássunum, og tí møguleikanum hava teir lítlan hug at sleppa.
Mótstøðuliðið sunnudagin eru tó ikki hvørjir sum helst. Sum aktuelt oddalið á stigatalvuni mugu hoyvíkingar væl metast at hava sterkasta liðið í landinum. Og at teir í mun til sigurin á Kyndli nú aftur hava Jakob Jónsson og Trónd Vatnhamar við í hópinum, man ikki gera støðuna verri.
Slíkan spenning, sum hoyvíkingar nú uppliva í FM-stríðnum, hava teir neyvan vita um síðani 1999, og tí er einki at ivast í, at nógvir hoyvíkingar taka hóast alt stutta biltúrin til Vestmanna sunnudagin. Ein sunnudagur, sum kanska kann staðfesta, at H71 er meira enn bara ein døgnfluga á hondbóltstindinum.
Mugu fylgja við
Í hinum báðum dystunum sunnudagin skulu ávíkavist Kyndil og StÍF hvør í sínum lagi halda lív í sínum ætlanum um ein finalusess. Kyndil eigur hesaferð heimavøll móti bláu grannunum, sum á pappírinum hava eitt væl veikari lið enn Kyndil.
Tað sama má eisini sigast at vera galdandi á Skála, har StÍF eru stórfavorittar móti vitjandi kollfirðingunum. Ikki minst, um hugsað verður um avrikið hjá skerda StÍF-liðnum, sum mikukvøldið vann greiðan sigur á Kyndli.