Málskjúttin hjá EB/Streymi, Hans Pauli Samuelsen, heldur, at hann og liðfelagarnir avgjørt skulu vera nøgdir við eina stigið, sum teir fingu við av Skála.
- Vit vóru verjukendir fyrstu løtuna. Tað var skjótt, at vit sóu, at hetta var ikki tað, sum vit eru bestir til. Besta verjan hjá okkum er at leypa á. Tað varð eisini staðfest í 2. hálvleiki, tá ið vit eirindarleyst fóru fram á vøllin fyri at fáa mál. Tíbetur eydnaðist tað.
Tit mistu í toppstríðnum?
- Vit mistu tvey stig ímóti liði, sum sunnudagin var væl betri, enn støðutalvan boðar frá. Samstundis vóru vit hepnir, tí øll hini, sum vit kappast við við undantaki av B36 fingu eisini eitt stig í part, staðfestir Hans Pauli Samuelsen.