2. deild menn:
EB/Str.-FSV 0-6 (0-3)
Stórur munur var á liðnum á Eiði leygardagin, tí hóat vágamenn ikki spældu upp til sítt besta, vunnu teir greiðan sigur á EB/Streymi.
Munurin millum oddaliðið og botnliðið í 2. deild var sjónskur stórar partar av dystinum, og oddaliðið skoraði eisini trý mál ? í hvørjum hálvleiki.
Ari Thomassen, sum var komin fyri seg eftir ein snudd, hann fekk í bili seinasta vikuskifti, gjørdi fyrsta málið, tá hann sendi fríspark beinleiðis í málið. Tað var tá sjey minuttir vóru spældir, og tann leiðslan helt sær í ein lítlan hálvan tíma, áðrenn John Johansen økti til 2-0. Málið hjá honum kom við brotssparki, sum var gjørt í hornasparksstøðu. Dómarin metti at málverjin á heimaliðnum hevði koyrt Tór-Ingar Akselsen um koll, tá bólturin varð sendur innfyri, og so var raski vágamaðurin tryggur úr 11 metrum.
Nakrar minuttir seinni kom triðja málið, og tað stóð toppskjúttin í 2. deild, Birgir Joensen, fyri. John Johansen streyk avstað í vinstru, legði inn fyri, og har var tað avgreiðsluspurningur hjá Birgiri at senda bóltin víðari í málið.
Heimaliðið royndi alla tíðina at spæla fótbólt, og teir høvdu eisini álop, men tað var sjáldan at tað gjørdist rættiliga vandamikið.
Tá gott korter var eftir at spæla av dystinum, skoraði John Johansen sítt næsta mál. Hesaferð var tað Tór-Ingar Akselsen, sum gjørdi forarbeiðið í høgru síðu, legði flatt innfyri til John, sum so sendi bóltin í kassan.
Fyrrverandi landsliðsmaðurin Eyðfinn Davidsen gjørdi tað til 5-0, tá hann hann tók ímóti bóltinum eftir hornaspark, og úr 17 metrum sendi hann bóltin upp í samankomingina.
Og tá átta minuttir vóru eftir at spæla gjørdu teir á heimaliðnum arbeiðið liðugt fyri gestirnar. FS Vágar hevði hornaspark, sum varð sent tætt innfyri málið. Har rakti bólturin málverjan og fór í málið.
6-0 til FS Vágar, sum staðfesti ein greiðan mun millum liðini. Næstu ferð kann FS Vágar tryggjar sær uppflytingina til 2. deild, tá lorvíkingar, sum teir kappast við, kom á vitjan í Vágum, meðan EB/Streymur við einum tapi í Klaksvík næstu ferð, kann fáa endaliga sparkið út av eggini.