Oddaliðið á Toftum í kvøld

EB/Streymur er undan dystinum oddalið, og teir kunnu økja munin niður til næstu liðini upp í sjey stig, um teir vinna dystin. Nøkur løtt uppgáva verður tað tó ikki, tí B68 hevur havt sera góð úrslit seinastu vikurnar. Og teir kunnu við einum sigri flyta seg upp um miðjuna í deildini.