Tveir dystir verða spældir í Sunset-kappingini í dag.
Stjørnan hevur hóast tap í Vági lagt seg á odda í deildini, og vinna tær í Vestmanna, kann frástøðan til hini liðini økjast.
Kyndil tekur á heimavølli móti VB, sum higartil hevur fingið trý stig fyri tríggjar dystir.
Tríði dysturin hetta umfarið verður mikudagin, tá Neistin tekur móti StÍF.