Oddaliðið snávaði á Skála

Málverjin hjá sandoyingum varð útvístur longu eftir fimm minuttum, tá hann hevði hondina á bóltinum uttan fyri brotssteigarmarkið. Hóast tað legði oddaliðið seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Málskjútti var Clayton Soares. Men heimaliðið reistist skjótt.

Steffen Frederiksberg javnaði fáa minuttir seinni, og í seinna hálvleiki tryggjaðu Edvin Jacobsen og Bogi Gregersen, sum fyrr í vikuni skifti til felagið, sigurin.

Skála vann sær trý sera týðandi stig í stríðnum at varðveita sætið í deildini. Tað eru í løtuni trý stig til bjargingina. B71 er framvegis oddalið, men er bara tvey framman fyri VB/Sumba, sum vitjar hjá næstbesta liðnum hjá NSÍ í morgin.

 

Skála ? B71 3-1 (1-1)

0-1: Clayton Soares

1-1: Steffen Frederiksberg

2-1: Edvin Jacobsen

3-1: Bogi Gregersen