Oddaliðið kravsigur í Vestmanna

H71 spældi við eina løtu, men so runnu kvinnurnar hjá VÍF avstað.

Nýklaktu steypavinnararnir í kvinnudeildini, VÍF, skuldu ímóti H71 í kvøld royna at reisa seg eftir eitt lítið stetl, sum annars suverena oddaliðið fekk tá ið tað sunnudagin einans bleiv til 23-23-javnleik á heimavølli ímóti VB.


Gestirnir úr Hoyvík spældu leingi við heimafavorittunum í høllini í Vestmanna í kvøld, har VÍF tó eftir eitt timeout við støðuna 13-13 av álvara rann H71 umkoll løtuna til hálvleiks, har tær vóru á odda 21-14.


Stóra leiðslan gav VÍF-venjaranum møguleikan at spara nakrar av stuðulsleikarunum stórar løtur av seinna hálvleiki. Heimasigurin var ongantíð í vanda, og tað endaði við, at VÍF vann hendan málríka dystin 36-30.


Við sigrinum lyftir VÍF seg nú upp á 34 stig. Tað eru seks stig fleiri enn Kyndil, sum í kvøld tapti ímóti Neistanum. H71 verður verandi á fimta plássi við 13 stigum.


VÍF – H71 36-30 (21-14)