Oddaliðið kemur til Havnar


Ein dystur verður leiktur í bestu kvinnudeildini mikukvøldið

Hondbóltur


Hondbóltsglaðu vestmenningarnir hava ovmikið at hugsa um í hesum døgum. Ikki bara eru menninir at finna á fremsta plássinum, men eisini á kvinnusíðuni er VÍF farið at gera um seg.

Í løutni eru tær at finna á fremsta plássi, tvey stig framman fyri Stjørnuna. VÍF hevur tó ein dyst meira í skjáttuni, men kortini slepst ikki undan, at tað ofta roynist betri at hava fingið stigini, heldur enn at eiga dystin til góðar.


Mikukvøldið hava vestmannagenturnar so møguleikan at leggja enn meira trýst á Stjørnuna, tí meðan Stjørnan ikki fer í eldin fyrr enn hósdagin, fer VÍF nú til Havnar at royna seg móti Neistanum.

Seinast liðini hittust var í Vestmanna, har VÍF vann ein trivaligan sigur, og havandi hetta í huga, mugu tær eisini metast sum favorittar til dystin í kvøld.

Dysturin verður uppi á Hálsi kl. 19.30.