KVINNUHONDBÓLTUR
Toppur og botnur møtast í KÍ-høllini hósdagin, tá oddaliðið, Stjørnan tekur ímóti StÍF, sum liggur á næstaftasta plássi. Gongdin hjá Stjørnuni hevur verið góð í ár. Tær hava vunnið fýra dystir, men næstseinast taptu tær stórt, tá tær vitjaðu í Vági.
Hjá StÍF hevur eisini gingið hampiligt. Undan kappingini mundu fleiri vænta, at StÍF fór at fáa tað ringt í ár, men tær hava víst, at tær saktans kunnu kappast við hini liðini í ár. StÍF hevur millum annað vunnið á VB í Vági. Harafturat hava tær vera líka við í fleiri dystum, so sum heild hava úrslitini verið góð.
Stjørnan og StÍF hava leikt einaferð fyrr ímóti hvørjum øðrum í ár. Tann dysturin var í høllini á Skála, og tá vann Stjørnan 19-22. Tað leikaði tó hart á hjá oddaliðnum tann dystin. 10 minuttir fyri leiklok førdi StÍF við trimum málum, so um tær vóru eitt sindur neyvari síðstu løtuna, so kundu tær vunnið dystin.
Nú er so nýggjur dystur á skránni millum hesi bæði liðini, og hóast StÍF hevur lopið hvøkk á fleiri lið í ár, so má Stjørnan metast at vera stórfavorittur at vinna dystin. Alina Olaru hevur verið úti við skaða síðstu dystirnar. Fyri góðari viku síðani leikti Stjørnan ímóti Kyndli, og tá var Alina aftur partur av hópinum, hóast hon ikki var heilt klár, so hon verður væntandi aftur partur av liðnum ímóti StÍF í annaðkvøld.
Hjá StÍF eru allar kvinnur tøkur til dystin, og sjálvt um Stjørnan er at meta sum stórfavorittur, so skulu vit ikki vænta, at StÍF fer at smæðast burtur. Tær kunnu nevniliga røkka langt við tí viljanum, sum tær hava víst í undanfarnu dystunum.