Oddaliðið hevur vent gongdini

B71 var frammanfyri 1-0 eftir 1. hálvleik í heimadystinum ímóti EB/Streymi. Málskjútti var Símin Hansen.

Eftir steðgin hevur EB/Streymur rættuliga svarað aftur. Fyrst var tað toppskjúttin í bestu deildini, Arnbjørn Hansen, sum skoraði, og eftir ein lítlan tíma var tað EB/Streyma liðformaðurin og nýggi landsliðsspælarin, Egil á Bø, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum er aftasti skansi hjá B71.