Oddalið á heimavølli

StÍF tekur á Skála móti VÍF, sum hevur verið ógvuliga upp og niður hetta kappingarárið. StÍF hevur longu vissað sær sætið í FM-finaluni, og tí kunnu teir taka tað rættiliga róliga í dag.

Tað kann Neistin hinvegin ikki, tá teir taka móti Kollfirðingum. Neistin kennir trýstið frá Kyndli, og tí er neyðugt hjá teimum bláu at vinna í minsta lagi tveir av seinastu trimum dystunum.