Oddagrein· Yvirgangur

Yvirgangurin stendur við og versnar. Atsóknin í Beslan, sum kostaði fleiri hundrað børnum og vaksnum lívið man vera nakað av tí ræðuligasta, ið heimurin hevur sæð í nýggjari tíð.

Eingin søk kann rættvísgera eina tílíka gerð. Vit vita, at tjetjenar verða kúgaðir av russiska hervaldinum og at russiska stjórnin berjist móti loysingarrørsluni í Tjetjenia av øllum alvi. Sum tað so skilagott í útvarpinum herfyri varð víst á av einum av okkara heilt fáu Ruslandsserfrøðingum, so fer russiski herurin í Tjetjenia ikki fram við mýkindum. Børn í túsundatali hava latið lív orsakað av russisku hersetingini. Høvuðstaður landsins Groznji er slættaður við jørðina, so har ikki er steinur oman á steini eftir. Men hesin atburðurin hjá russisku stjórnini og russiska hervaldinum kann ongantíð gerast ein grund ella umbering fyri at týna skúlabørn í einum grannalandi til tess at leggja trýst á russisku stjórnina.

Børn eru ósek og verjuleys. Børn eru fullkomuliga bundin at teimum vaknsu og fáa illa vart seg. Tað finst eingin umbering fyri at taka børn sum gísslar og taka tey av døgum. Kortini er heimssøgan full av dømum um, hvussu børn eru vorðin offur í kríggjum og borgarakríggjum. Óneyðugt er at nevna dømi. Hetta at leggja eftir børnum og at gera børn til offur í einum hernaðarligum stríði er so ófatiligt, at tað gevur onga meining at spekulera yvir, hví slíkt hendir. Slíkur framferðarháttur má einvíst fordømast av øllum rætthugsandi menniskjum.

Yvirgangurin stendur sum nevnt við og versnar at kalla kring allan heiminum, sum ongantíð verður hin sami eftir hin minniliga 11. september, tá tvíburðartornini í New York fóru um koll av yvirgangsávum. Hvønn dag bera fjølmiðlar tíðindi um nýggjar tilburðir av yvirgangi - stórum sum smáum. Tað eru ikki bert desperatir og fundamentalistiskir bólkar, sum fremja yvirgang. Eisini sterkar stjórnir standa fyri skipaðum yvirgangi. Eisini her er óneyðugt at nevna dømi. Stóri spurningurin er, hvussu heimurin fær steðgað yvirganginum. Lítið bendir á, at hetta ræðuliga fyribrigdið kann verða steðgað við hernaðarmegi eina. Her sum í so mongum øðrum førum mugu og skula politiskar loysnir til. Politiskar loysnir eru hvørki lættar ella einfaldar. Tær krevja tol og oftast sera stórt politiskt dirvi og tær taka sera langa tíð. Men tær eru oftast einasta leiðin til varandi loysnir.
Sosialurin