ODDAGREIN: Óvissa og tilbúgving

Trý av oljusamtøkunum, sum hava fingið leitiloyvi á landgrunninum, eru eftir øllum at døma klár til at seta borin í

 

Tey hava í hvussu er gjørt av, nær og hvar tey skulu bora næsta ár. Statoil-bólkurin fer longu at bora í seinnu helvt av mai ella tíðliga í juni, síðani kemur túrurin til Amerada Hess bólkin og loksins til BP. Við øðrum orðum verða tríggir ella helst fýra brunnar boraðir á landgrunninum frá mei til oktober næsta ár.


Men er er tó eitt stórt men. Og nakað sum oljufeløgini eftir øllum at døma kenna seg ógvuliga ótrygg við. Tað er tað arbeiði, sum føroyskir myndugleikar skulu gera í sambandi við tilbúgvingin og umhvørvisgóðkenning, áðrenn oljufeløg kunnu og vilja bora. Hetta sýnis eftir øllum at døma vera nakað, sum ikki er komið uppá pláss enn, og eftir eru bert nakrir fáir mánaðir, til borast skal.


So kann ein spyrja, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av hesum øki. Tað hevur verið Vinnumálastýrið, men nú er tað so Fiskimálastýrið. Aftrat hesum báðum er so Oljumálastýrið, sum hevur havt ábyrgdina av stórum parti fyri ikki at siga øllum útviklinginum á oljuøkinum.


Herfyri úttalaði ein av stjórunum í einum av oljufeløgunum, sum skal bora næsta ár, at tíðin er við at ganga undan fyri at fáa eina veruliga tilbúgving uppá pláss. Hetta er nakað, sum oljufeløgini taka í størsta álvara, og her er eingin góða mamma, tilbúgvingin skal vera uppá pláss. Annars verður eingin boring. Ein kann tí ímynda sær, at oljufeløgini í løtuni ganga við einum ótta um, at tilbúgvingin rætt og slætt ikki verður klárt til næsta summar. Men her finst so eitt alternativ, og tað er at lata breskum myndugleikum ábyrgdina av tilbúgvingini í hvussu er í byrjanini. Tvs. at so kemur alt at ganga úr Aberdeen. Men hetta er so ikki í tráð við andan í útbjóðingarlógini, at sum mest skal fara um føroyskt øki. Men eitt er tilbúgvingin, eitt annað er so umhvørvisgóðkenningin og tað sum fylgir við henni.


Tað vil vera einki minni enn ein skandala fyri føroyskar myndugleikar, um so er, at vit ikki megna at fáa tilbúgvingina uppá pláss, nú Oljumálastýrið jú hevur latið loyvini til at bora næsta ár. Eru vit seinir á sjóvarfallinum, so má øll ferð setast á umrødda mál beinanvegin, og tey ymsu stýrini mugu til at arbeiða betur saman. Men mest umráðandi er at vita, hvør veruliga hevur ábyrgdina. Og tað hevur helst Fiskimálastýrið. Hvat tað so ætlar við donsku sjóverjuni við Føroyar og hvønn leiklut hon skal hava í eini føroyskari tilbúgving er eisini áhugavert at vita. Her má ein gera sær greitt, hvat er politikkur og hvat er veruleiki.


Sosialurin