Oddagrein· Virðiligar virðislønir

Mentanarvirðisløn Landsins er sum kunnugt latin Zachariasi Heinesen, listamanni. Heiðursgáva Landsins er latin Jógvani Isaksen. Tað man vera vanlig semja um, at Mentamálaráðharrin her her havt eina heppna hond. Báðir menn hava hvør á sínum øki framt stór mentanarlig avrik, sum avgjørt hava uppiborið samfelagsins viðurkenning og tøkk.

Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zachariasi Heinesen, fyrst og fremst fyri hansara framúr góðu listaverk og harumframt týdning hansara fyri myndlistina og menning hennara í Føroyum. Zacharias hevur hevur ígjøgnum eina lívslanga listarliga tilgongd havt eina tráan eftir nýggjum avbjóðingum og margfeldi, men tað er kanska mest av øllum hansara heilt egna og djarva ekspressionistiska landslagsmynd, ið stendur sum ein varði eftir hann og sum eisini hevur kveikt listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum. Zacharias Heinesen eigur ein týdningarmiklan part í føroyskari myndlistasøgu, sigur nevndin, sum innstillar Zacharias til virðislønina. Beinrakin orð, sum vit hervið loyva okkum at gera til okkara.

Jógvan Isaksen fekk Heiðursgáva Landsins fyri hansara fjølvirkna leiklut á tí føroyska mentanarpallinum. Sum bókmentafrøðingur hevur Jógvan í greinum, bókum og monografiskum lýsingum av einstøkum høvundum varpað ljós bæði á ritverkið og serstakliga á føroyskar bókmentir í seinasta triðingi av 20. øld. Jógvan er eisini krimirithøvundur og hevur hetta talt við. Hann ger eisini eitt megnararbeiði uttanlands fyri at promovera føroyskar bókmentir.

Virðislønirnar eru eitt sera gott tiltak. Tær minna okkum á tann týdning, sum mentan og list hava fyri tjóðina. Mentan og list hava vaksandi týdning í eini tíð, har alt størri dentur tykist verða lagdur á materiellu virðini. Men myndugleikarnir, løgting og landsstýri, eiga ikki at goyma, at fyri at kunna skapa stór listaverk, mugu listafólk hava sømilig arbeiðskor. Fyri at mentan kann blóma er neyðugt at geva mentanarstovnunum góðar virkismøguleikar. Hesi viðurskifti eru sera væl lýst í Visjón 2015, og tí er at vóna, at politikkarar taka sína egnu visjón í fullum álvara. Hetta er ein fortreytin fyri, at mentan og list kunnu blóma í Føroyum.
Sosialurin