Hetta kendist sjálvsagt sárt hjá avvarandi at teimum mongu, eitt nú sangarin og tónasmiðurin Victor Jara, sum opinlýst vórðu tikin av døgum uttan lóg og dóm, ella sum hvurvu í Nacht und Nebel. Eingin uttan brotsmenninir vistu, hvat ið var hent við øllum teimum horvnu. Óvissan var tung at bera hjá teimum mongu avvarandi. Einaræðisharrin, ið ber høvuðsábyrgdina av allari hesari neyð og øllum hesum ræðuleikum, livir og letur sum honum lystir í størsta marglæti fyri skattaborgarans pening! Hetta kenst hjá mongum órættvíst, milt talað. Tað er jú ongantíð hent, at brotsmenninir eins og gjørt varð í t.d. Suðurafrika fingu høvi at angra og at greiða almenninginum frá sínum brotsverkum. Ein slík loysn hevði reinsað luftina og tryggjað teimum avvarandi upplýsingar um tey horvnu. Ein slík loysn hevði eisini gjørt, at teir verstu brostmenninir vórðu revsaðir. Tí eru krøvini nú harðnað um, at gjørt verður upp við brotsmenninar, soleiðis at alt frá Pinochettíðini, sum enn er dult, kemur í ljósmála. Tað er í hesum sambandi løgið at hugsa sær, at harðræðið hjá Pinochet fekk undirtøku frá politiskum flokki, sum í dag situr við miklum valdi í Føroyum.
Í Argentina hendi sami sorgarleikur sum í Chile. Men har hava politisku flokkarnir nú gjørt av, at gerast skal upp við politisku brotsmenninar einaferð med alla. Farið verður nú í hernað móti teimum herovastum, sum bera høvuðsábyrgdina av øllum ræðuleikunum, ið vórðu framdir móti demokratiskt hugsandi fólki í landinum. Teir koma nú fyri rættin. Greiða skal fáast á tí, sum hendi við øllum, sum hvurvu, meðan hervaldið hevði ræðið. Fólk um allan heim bíða spent eftir uppgerðunum í báðum londum, tí hesi viðurskifti viðkoma ikki bert chilenum og argentinum, men øllum demokratiskt sinnaðum menniskjum uttan mun til, hvar á Jørðini, tey nu einaferð eru stødd.
Sosialurin