Íverksetarar bjóða verandi virkjum av og økja um kappingina. Nakað soleiðis verður tikið til í tí visjónsskjali, sum fyri einum ári síðan varð lagt fyri almenningin.Her var samstundis staðfest, at eins og fólk í øðrum Norðurlondum vilja nógvir føroyingar stovna egið virki. Hetta sigst at vera ein partur av eini serstakari norðurlendskari vinnumentan. Grundarsteinurin undir einum samfelagi við nógvum íverksetarum er ein mentan, sum er eyðkend við viljanum og evnunum at hugsa nýtt, og sum vísir vilja og dirvi. Síðan visjónin hjá undanfarnu samgongu varð kunngjørd hevur lítið og einki sæst eftir tað stóra arbeiði, sum varð lagt niður í visjón 2015. Tað er, sum eingin í roynd og veru vil taka sær politisku ábyrgdina av hesum frálíka initiativi. Men onkur úti í samfelagnum tykist hava áhuga og áræði at taka upp tættir úr vísjónstilfarinum. Týskvøldið 22. apríl verður tiltak í Øravík, har íverksetan er á skránni. Tað er íverksetarahúsið í Klaksvík, sum stendur fyri tiltakinum. Íverksetarahúsið er eitt gott og nýskapandi tiltak, og stigtakarnir hava so tikið løgmann og hansara visjónslið í størsta álvara.
Í Øravík verður gjørd ein roynd at útgreina nakrar grundleggjandi spurningar, sum eru aktuellir hjá komandi íverksetarum sum til dømis hvør hjálp fæst frá Íverksetarahúsinum, hvussu tær almennu Føroyar møta íverksetum, og hvørji krøv verða sett fyri at kunna stovna fyritøku. Eisini fer royndur íverksetari at greiða frá, hvussu hann hevur byrjað fleiri fyritøkur við rímuligum undanvindi. Til seinast fer forkvinnan í nevndini í Íverksetarahúsinum at geva síni boð uppá, at tað ber til hjá íverksetum. Hetta tiltak átti at givið avvarandi myndugleikum nakað at hugsa um. Grundarsteinurin undir eini sterkari, sjálvstøðugari mentan skal leggjast í fólkaskúlanum, har næmingar arbeiða skipað við hugskotsmenning í øllum lærugreinum. Soleiðis ljóðaði ein boðskapurin frá teimum góðu høvdum, sum orðaðu visjónina fyri verksetan.
Føroyar skulu mennast til at vera eitt áhugavert stað hjá virkisfúsum fólki at byrja nýggja vinnu. Eitt fjøltáttað útbúgvingarverk skal vera ein virkin partur í at ala fram ein verksetarahugburð í samfelagnum. Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg, tí samstundis sum íverksetarin tekur váða á seg, skulu útlitini til at vinna pening vera góð. Hesi vóru, sum flestøllum politikarum kunnugt, málini fyri íverksetarapolitikkinum. Hetta eru mál, sum einhvør eigur at kunna taka undir við.
Sosialurin