Oddagrein· Ávegis

Í árinum, sum farið er, hava vit her í Miðlahúsinum gjørt okkara ýtarsta til tess at geva føroyingum úti sum heima eitt fjølbroytt fjølmiðlatilboð. Vit fara í nýggja árinum at halda fram við hesari kós, og vit fara at leggja alla okkara orku í at menna hesa kós til tess at geva okkara lesarum, lurtarum og viðskiftafólki- og fyritøkum tær bestu tænastur. Tær formligu og fysisku fortreytirnar eru til staðar – fyritøkan er politiskt óheft, húsaumstøðurnar eru tær best hugsandi - hugaligar og íblásandi og staðsetingin í hjartanum á gomlu Havnini er tann best hugsandi.

Fyritøkubygnaðurin ella struktururin gevur nýggjar og nógv øktar møguleikar at veita lesarum, lurtarum, lýsarum og brúkarum sum heild góðar og fjølbroyttar tænastur. Við at sameina portal, blað, útvarp og miðlahús hava vit eitt einastandandi høvi at framleiða eina tænastu, sum nøktar ein støðugt vaksandi tørv á kunning, tíðindaflutningi, almennum orðaskifti, miðlan og einum sermerktum samkomu- ella fundarstaði. Men fyrimyndarligir karmar eru sjálvsagt ikki nóg mikið til tess at geva almenningi og vinnulívi fyrimyndarligar tænastur. Týdningarmesti parturin í hesi tilgongd er starvsfólkið – øll, sum starvast í fyritøkuni. Tað eru hesi, sum skulu fylla út karmarnar og sum skulu megna at nøkta tørvin hjá einum tilvitandi og tíbetur alt meira krevjandi brúkara.

 

Vit fara tí í nýggja árinum at leggja stóran dent á at geva starvsfólkinum høvi at menna og at eftirútbúgva seg, so vit øll í fyritøkuni gerast enn betur før fyri at røkja okkara arbeiði. Starvsfólkamenning er hjartatátturin í einihvørjari nútímans fyritøku. Í roynd og veru snýr alt hetta seg um innihald og um virðing fyri okkara brúkarum og okkara handverki. Vit fara tí í framtíðini at seta okkum sjálvum støðugt uppaftur størri krøv um dygd, breidd og fjølbroytni í teimum tilboðum, vit bjóða. Vit eru ikki komin á mál við okkara ætlanum um støðugt batnandi tilboð, men vit eru ávegis.

 

 

 

Sosialurin