Hetta er støðan hjá nøkrum av teimum gomlu í Føroyum í dag. Soleiðis virða vit tey, sum løgdu rygg til at byggja upp vælferðarsamfelagið Føroyar: á flakavirkjum, á skipsdekki, við vegarbeiði, á skrivstovum, á sjúkrahúsum ella í heimunum, sjálvari kjarnuni.
Eftir tíðindunum at døma eru gott og væl 275 plass á ellis- og røktarheimum í Føroyum. Upplýst varð, at tørvurin á røktarheimsplássum er 250. Men tað er neyvan nóg mikið. Fyri nøkrum árum síðani kannaði fyrrverandi kommunulæknin á Skála, Sigvald Kristiansen, málið, og hann kom til ta niðurstøðu, at talið á plássum á ellis- og røktarheimum skal upp í eini 600, um tørvurin skal nøktast.
Bíðilistarnir eru so stórir, at tað er telefonstormur á ellis- og røktarheimunum, tá ein av teimum gomlu er farin hiðani. Tað ljóðar, at leiðslur á ellis- og røktarheimum hava heitt á fólk um ikki at boða frá, at hann ella hon er deyður á ellisheimi, tí tey bera ótta fyri telefonstormi, og at koma í ta ólukkuligu støðu at boða frá, at enn er ikki pláss fyri henni ella honum.
Henda støðan er ikki nýggj, og hetta málið átti óivað at verið raðfest hægri enn tað er. Málið hevur ofta verið frammi, bæði í samband við eldrárið og kanningina hjá Sigvaldi Kristiansen. Men kreppan og vantandi kontinuitetur í almannapolitikinum eru óivað orsøkir til vanvirðiligu støðuna í samband við pláss á ellis- og røktarheimum.
Landsstýrð hevur avgjørt at byggja nýtt heim í Norðurstreymoy, har einki heim er frammanundan. Tí er tað rætt at byggja har, men tá støðan er so ring sum hon er, eigur Almanna- og heilsumálastýrið at gera eina ætlan yvir, hvussu bráðfeingis tørvurin kann nøktast, eins og aðalstýrið eigur at gera eina framtíðarætlan yvir nær og hvar fleiri ellis- og røktarheim skulu byggjast.
Tørvurin er stórur á fleiri útbyggingum: nýggjum landssjúrkrahúsi, ferðaskipi til Suðuroyar, tunnili til Norðoyar og studentaskúla. Bara fyri at nevna nakrar stórar ætlanir úr rúgvuni. Men lítið er at ivast í, at allir flokkar kunnu semjast um, at eldraøkið eigur at raðfestast meiri frammarliga! Verandi støða kann ikki góðtakast, um vit framhaldandi skulu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag! Hetta er nakað, sum átti at verið fremst hjá øllum flokkum nú eitt komandi val nærkast. Men tá er eisini greitt, at neyðugu játtaninar mugu finnast til økið.
Sosialurin










