Tá Ísland fór upp í NATO, tók USA ábyrgdina av íslendsku verjuni og hevur havt hesa ábyrgd, til USA herfyri tók seg av herstøðini í Keflavík. Nú hevur Ísland so gjørt av at gera avtalu við Danmark um herflotasamstarv og við Noreg um loftverjusamstarv. Uttan at kenna avtaluna í smálutum tykist hon vera til stóran fyrimun fyri allar partar. Danmark sleppur at nýta íslendskar havnir til síni herskip, og Noreg sleppur at nýta Keflavíkar flogstøðina til síni hernaðarflogfør. Báðar tjóðir Danmark og Noreg hava tørv á hesum til tess at tryggja eftorlitið við yvirvøldum sínum í Norðurhøvum. Ísland fær so hinvegin eina ávísa verjutrygd, men hvat hetta í roynd og veru merkir, vita vit ikki enn.
Samstarvið er sera áhugavert eisini sæð frá føroyskari síðu. Tað vísir, at alt gamalt agg er lagt til vigs og at londini eru til reiðar at ganga ótradtitonellar leiðir. Støðan er jú grundleggjandi broytt og hetta krevur, at londini fara at hugsa trygd og verju í nýggjum breytum. Fyri okkum er hetta sera áhugavert. Hetta merkir, at vit sum spakuliga eru at veg móti fullum sjálvstýri, saktans kunnu samráða okkum til eina nøktandi trygdarskipan, um vit droppa út úr ríkinum og ikki ynskja at vera verðandi undir veingjabreiði NATOs. Hesar avtalur geva eisini eitt nýtt perspktiv til norðurlendskt samstarv. Slíkar avtalur hvødu verið óhugsandi fyri fall múrsins og endan á kalda krígnum. Hetta vísir, hvussu nógv heimur er broyttur, og er tað sjálvsag neyðugt at sipa seg hareftir.