Størstu trupulleikarnar hevur samgongan av fiskivinnupolitikkinum og av tunnilsmálunum, og næstu vikurnar verða helst avgerandi, hvørt samgonguni yvirhøvur verður politiskt lív lagað. Útlitið til, at Gerhard kemur til sættis við samgonguna eru smá, tí løgmaður og Gerhard hava longu málað seg inn í hvør sín krók. Teir koma valla út úr krókunum uttan, at sporini í politisku gólvmálingini gerast so greflig, at eingin politiskur málari, hann veri seg so hegnigur sum hann vera vil, megnar at umvæla hesar blettir. Hvat fiskivinnupolitikkinum viðvíkur, so er ivin í nógvum politiskum legum stórur og tær útmeldingar, sum higartil eru komnar frá andstøðu og samgongulimum eru ikki bara jaligar.
Vit skulu ikki royna at spáa um úrslitið av uppskoti fiskimálaráðharrans um at fylgja fiskiføðingunum, tá fiskidagarnir skulu ásetast í fyrsta tingmálinum í tí tingsetu, sum byrjar Ólavsøkudag, men bert vóna at vit og skil koma at ráða, so vit í framtíðini kunnu hava eina burðardygga fiskivinnu. Hetta er hóast alt alfa og omega fyri vinnubúskap okkara. Okkurt kundi bent á, at hetta fer at hepnast.
Í tunnilstrætuni sær verri út og kanska skuldi løgmaður, sum hevur evtsu ábyrgd av samgongusamtarvinum nú roynt at umhugsa tey eitt sindur óvanligu hugskot, sum í seinastuni eru komin alment fram. Eitt er hugskotið hjá fyrrverandi tingmanni Fólkafloksins í Sandoy og frá einum borgara. Annar mælir til at bíða við at skerja blokkin við 100 milliónum og heldur nýta upphæddina til Sandoyartunnilin. Hin mælir til at at lata brúkararnar av verandi tunnlum og komandi bera ein part av útreiðslunum av Sandoyartunnlinum.
Talan er um óvanlig og óvæntað uppskot. Tað er óvæntað, at ein fólkafloksmaður mælir frá blokkniðurskurði. Hitt uppskotið er óvanligt, tí tað er sjáldan, at ein borgari stígur fram og mælir til samhaldsfesti við øktum brúkaragjøldum. Men tað má ásannast, at bæði hugskot eru áhugaverd og als ikki heilt órealistisk. Gamalt var, at um maður hevði ferniserað gólv til jólar og, sum ikki sjáldan hendi, var endaður í króki, vórðu turrar fjalir lagdar eftir nýsmurda gólvinum. Hetta fekk mann og gólv heilskapað burturúr neyðini. Kanska skuldu løgmaður og Gerhard fingið onkra góða politiska handverkarafyritøku, (men hon skal nokk ikki eita Kári & Kári) at lagt nakrar politiskar fjalir inn eftir nýmálaða gólvinum, so teir sluppu út aftur í fríska luft og fingu hugsað klárt. Kanska eru hesi ótraditionellu uppskot veruliga verd at umhugsa nærri, so vit sleppa undan politiskari kreppu á ólavsøku.
Sosialurin










