Hvussu slepst so burtur úr hesum áhaldandi stríði. Hetta er kanska ein hin ringasti spurningurin at svara hjá mannaættini í dag, tí hetta er eitt stríð, sum nú hevur vart í nærum óendaligar tíðir og sum hevur ávirkað okkum øll. Og sum kann fáa álvarsligar fylgjur í næstu framtíð eisini.
Eitt tað nýggjasta svarið er ? Múrurin. Tað stóri betongmúrurin, sum skal skilja sundur ísraelar og palestinar næstu 100 árini. Sum sambart ísraelsku stjórnini skal forða palestinum at fremja atsóknir móti ísraelum. Allur heimurin fordømir henda nýggja múr, sum bara vil útseta pínuna heldur enn at gera nakað við hana.
Ein høvuðsorsøkin til at stríði eftir øllum at døma bara herist eru jødisku búsetingarnar. Ísraelski leiðarin Sharon talar við tveimum tungum. Fyri at ganga USA á møti letst hann sum hann vil niðurleggja búsetingar og steðga nýggjum. Hinumegin samtykkir stjórn hansara at seta fleiri pengar av til somu búsetingar. Hetta er sum so ikki nakað nýtt. Síðani Sharon, ið hevur eina blakkaða fortíð við blóðugum hondum frá Shapra og Shatilla flóttarfólkalegunum , tók við valdinum, hevur bara gingið tann eina vegin, tann skeiva vegin. Ísraelar, sum hava valt hann til leiðara, hava ikki gjørt sær greitt, at teir við hesum valinum í veruleikanum hava gjørt sær og sínum eina bjarnatænastu. At teir við hansara avgjørda politikki og treiskni móti palestinum føla, at hann er rætti maðurin at verja Ísrael móti ágangi, er tíverri bara ein sápubløðra, ein hvørvisjón. Tí hóast hetta kann hjálpa uppá stytri sikt, so ger hetta einki við at loysa kjarnuna í málinum, og so leingi tað ikki verið nomið við hana, so verður eingin friður.
Umheimurin við USA á odda hevur ikki gjørt sína skyldu mótvegis ísraelska fólkinum og palestinum. Alt ov lítið altjóða trýst er lagt á Sharon og hansara fólk, sum í løtuni eru við at føra ísraelsfólk út aftur í oyðimørkina, út í óvissuna. Og hetta er eisini eitt mál fyri umheimin, sum í dag merkir sviðan av óloysta málinum í Ísrael. Ein týðandi orsøk til altjóða terrorin, sum valdar og liggur og lúrir, eru viðurskiftini í Ísrael. Soleingi Sharon heldur fram við búsetingarpolitikkinum og soleingi hann heldur fram at byggja múr millum ísraelar og palestinar, soleingi verður ikki friður í Miðeystri. Og soleingi fara tær tjóðir, sum stuðla Sharon og hansasra politikki, at merkja sviðan av terrorvirksemi. Eingin ivi er í okkara verð um, at niðurgerðingin av palestinska fólkinum er við til at halda lív í altjóða terrorvirkseminum. Frælsið til og virðing fyri palestinum sum fólk er besta gávan til ísraelska fólkið og tey mongu, sum í dag kenna seg hótt av altjóða terrori.
Sosialurin