Sum kunnugt hevur Sharon hildið eina sera harðrenda kós mótvegis palestinensiska fólkinum. Politikkur Sharons í Miðeystri hevur elvt til miklan ófrið og vaksandi terrorismu, og hesin politikkur er ein forðing fyri varandi friði í økinum. Hetta stendst m.a. av, at Sharon bert sær eina hernaðarliga loysn á einum trupulleika, sum er politiskur. Hann hevur tí rent seg í somu trupulleikar sum aðrir, ið hava gjørt sama mistak. Hetta merkir, at terrorin og ófriðurin bert økjast, meðan teir partar av palestinensiska fólkinum, ið ynskja eina politiska loysn, vikna.
Altjóða eygleiðarar, ið hava gjørt viðmerkingar til valúrslitið, eru samdir um, at hetta merkir, at Ísrael fer at reka ein upp aftur meira høgravendan politikk enn higartil. Hetta fer at hava sum fylgju, at landið gerst uppaftur meira isolerað, soleiðis, at hetta plágaða land at enda bert hevur ein vin í heiminum ? USA. Úrslitið er, at útlitini fyri varandi friði bert versna. Hetta er mikið spell, tí ófriðurin í Miðeystri kann skjótt breiða seg. Serstakliga óheppið er hetta, um Bretland og USA loypa á Iraq, tí hetta fer at draga Ísrael inn í kríggið. Harðrendi politikkur Sharons er stuttskygdur. Hóast heisn politikkur kann geva Ísrael sigur í fyrra umfari, fer hesin politikkur sum frá líður at koma Ísreal í størsta vanda.
Arbeiðaraflokkurin tapti. Veljararar hansara sótu við hús og lótu høgravonginum valið. Hetta er ein vanlukka fyri Ísrael, og nú er spurningurin, um flokkurin letur seg tøla upp í stjórnina hjá Sharon. Hetta er áður hent, nevniliga eftir síðsta val, og hetta kostaði flokkinum dýrt. Hinvegin er Arbeiðaraflokkurin einasti flokkur, ið veruliga vil frið, og Peres er ein av teimum fáu, sum Arafat kann gera avtalur við, og tað kundi tala fyri stjórnarsamstarvi. Arbeiðaraflokkurin hevur eisini ein moralskan trupulleika, og tað er, at mangt bendir á, at Sharon, ið hevur politisku og køgfrøðiligu ábyrgdina av hópdrápunum í Sabra og Shatila, møguliga verður ákærdur fyir krígsbrotsverk við ein dómstól í Belgia. Onnur sakarmál í øðrum londum fara at fylgja eftir og at enda fer eisini altjóða dómstólurin í Haag at kanna ákærurnar mótí Sharon. Tá vil Arbeiðaraflokkuirn standa við moralskari og politiskari medábrygd av øllum tí, sum Sharon hevur havst at gjøgnum eitt langt lív.
Sosialurin