Tjóðveldisflokkurin við nýggja formanninum megnaði at seta dagskránna eftir seinasta val og hevur hann eisini megnað at dominera orðaskiftið øll hesi árini. Alt samfelagið er vorðið gjøgnumsúrgað av hesum eina málinum, fullveldinum. Uppá gott og ilt. Fólkaflokkurin, ið frá byrjan valdi at lurta eftir nýggju leiðslu Tjóðveldisfloksins, tó at hann eisini slapp at seta síni fingramerki á fullveldistilgongdina, verður nú revsaður og stendur til at fáa eitt katastrofuval. Neyvan góður musikkur í oyrunum á løgmanni, sum framvegis er best umtøkta løgmansevnið. Men allar súðir eru ikki syftar. Løgmaður situr enn við trumfinum, sum er sjálvt løgmansembætið. Hann skal hava meiriluta ímóti sær fyri at fara frá. Eydnast tað ikki Javnaðarflokki og Sambandi at fáa meirilutan kann løgmaður bjóða smærri flokkunum góðar sessir í Tinganesi og halda fram sum minnilutastjórn. Tjóðveldið fer neyvan at fella slíka stjórn, um alternativið er at fáa samríkjaflokkarnar úti í Nesið. Hetta er trumfurin hjá løgmanni.
Tjóðveldisflokkurin, ið hevur megnað at styrkt støðu sína eftir fýra ár í landsins stýri, kann koma at standa einsamallur eftir valið. Hóast framgongd ber eisini til at siga, at flokkurin, nú hann hevur sett alt uppá eitt brett, hevur ikki møtt ta vælvild frá veljaranunum, ið hann hevði roknað við. Stórt spurnartekin kann setast við, um nýggja leiðslan hevur verið nóg búgvin, tá hon hevur kappað á stokkinum við gomlu veteranararnar, sum nú forláta skútuna. Onkur vil siga verða trýstir at fara av skútuni. So kann man velja at trúgva tí man vil. Men ikki skerst burt, at flokkurin við nýggju leiðsluni hevur minkað munandi um møguleikarnar at vera við í landsins leiðslu. Onkur vil siga, at tað er spell, tí í flokkinum hava verið mong skilafólk, sum hóast rætttrúgvandi kortini hava dugað sær hógv og virt demokratiska siðin um samstarv við aðrar. Tjóðveldisflokkurin tilførdi almenna tjakinum nakað nýtt og skilagott, tá hann miðvíst fór undir at gera meira burtur úr sjálvstýrismálinum. Men hetta verður ikki gjørt við snartoksferð, tí tað hvørki tolir samfelagið ella fæst undirtøka fyri. Ein hóvlig men miðvís gongd móti størri sjálvstýri og sjálvbjargni er rætta leiðin. Men hon skal ikki bara vera uppá premissini hja einum flokki.
Valið komadi snýr seg um so nógv. Eisini umrøddu sjálvstýristilgongd. Tað er skilagott um flokkarnir við teimum mest viðgongdu sjónarmiðjunum bæði hvat viðvíkur ríkisrættarligu viðurskiftunum og búskaparligu og sosialu spurningunum læra av royndunum seinastu árini og leggja seg nærri miðjuni. Landsstýrið komandi fer helst at reka ein miðpolitikk. Skulu Sambandið øðrumegin og Tjóðveldið hinumegin hava nakran tjans at vera við, mugu hesir flokkar nærkast miðjuni og sleppa nøkur av sínum gomlu og víðgongdu sjónarmiðjum. Alt eftir hvør megnar tað best verður avgerandi fyri, hvør myndar landsins leiðslu komandi árini. Teir flokkar, ið longu hava víst seg sum hóvligar og semjusøkjandi kunnu koma at avgera samansetingina av komandi landsstýri.
Sosialurin









