Hóast grønlendska samfelagið í dag fullkomiliga hvílir á donsku ríkisveitingini, so er ikki løgið, at tað millum grønlendingar er eitt ávíst agg til Danmark og danir:
-Danska stjórnin gjørdi eina sonevnda verjuavtalu vid USA um støðina í Thule, sum m.a. bar í sær, at fleiri hundrað grønlendingar vórðu tvangsfluttir til annað stað.
-Danski forsætisráðharrin gav USA loyvi at goyma kjarnorkuvápn í Thule, og tá vanlukkan hendi í 1968, fingu grønlendingar lítið at vita. Og alt eftirspælið er mannminkandi.
-Tá ungir politiskt tilvitandi grønlendingar sum Moses Olsen, Joanthan Motzfeldt og Lars Emil Johansen fóru at virka fyri grønlendskum heimastýri yptu danir øksl og vóru trekir at byrja við.
-Og nú, tá grønlendingar vilja hava verjuavtalauna frá 1951 endurskoðaða, eru teir stóru flokkarnir í Danmark ímóti tí, men í hesum eru grønlendingar samdir ? avtalan skal endurskoðast.
Hesir søguligu og aktuellu veruleikar byggja eisini upp undir eitt sjálvstýrisynski. Men tað tykist, sum at grønlendsku flokkarnir ásanna, at landið kann ikki taka sjálvstýri eftir fáum árum, og tí hava teir sett sum mál at fyrireika landið til sjálvstýri ella økt sjálvstýri, m.a. vid at byggja upp ein sjálvberandi búskap.
Eins og í Føroyum er langt millum tjóðveldisflokkin, Inuit Ataqatigiit, sum mælir til fullveldi og vil hava fullveldisspurningin avgreiddan fólkarrættarliga sambært lýsing ST, og til sambandsflokkin Attasut. Men Inuit Ataqatigiit er so mikið frægur, at hann heldur, at hann kann taka stig tann á sjálvstýrisleið saman vid Attasut, hóast tað má haldast at vera eitt møðismikið tak.
Orsøkin til hetta er tó hon, at agg er millum javnaðarflokkin Siumut og Inuit Ataqatigiit frá tí, at landsstýrissamstarvið slitnadi ífjør, tá ósemja var um høgu lønarhækkingina hjá politikkarunum, og kann forða fyri einum natúrligum samstarvi millum hesar sjálvstýrisflokkarnar til vinstru.
Men Siumut er framvegis størsti flokkur, hóast hann gekk aftur, og tað er hann, sum í fyrstu atløgu skal skipa fyri samráðïngunum og kann velja, hvønn hann fyrst og fremst vil arbeiða saman vid ? tí borgarliga sambandsflokkinum Attasut ella vinstrasinnaða Inuit Ataqatigiit.
Hóast spurningurin um eina sjálvstýristilgongd stendur ovarliga á politisku skránni, hevur komandi landsstýri nógvar trupulleikar at loysa: sosialu trupulleikanir eru nógvir, útbúgvingarstøðið er lágt, nógv rávøra fer av landinum til virkingar í Danmark, stóru heimastýrisfyritøkurnar skulu kanska einskiljast, landið kostar nógv at reka vid spjaddum býum og bygdum o.s.fr.
Men vónandi fær Grønland eitt vælvirkandi landsstýri, sum kann savna alt fólkið í eini skynsamari sjálvstýristilgongd, og byggja upp ein sjálvberandi búskap, so grønlendingar sum frálíður sleppa av við stuðulsbúskapin, sum avlagar og forðar eini natúrligari samfelagsmenning.
Sosialurin