Kyoto sáttmálin áleggur øllum londum, sum taka undir við hesum sáttmála at minka um útlátið av skaðiligum gassum. Men nógv bendir á, at hetta er ikki nóg munagott. Her skal annað og meira til. Málið er vorið sera aktuelt í Europa og serstakliga í Norðurlondum. Í løtuni er ES toppfundur um hetta álvarsama evni.Danmark og onnur ES lond skjóta nú upp, at í 2020 skal øll orkunýtsla í ES-londunum stava frá varandi orkukeldum. Í dag skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum taka støðu til, hvussu stóran dent ES skal leggja á at brúka varandi orkukeldur. ?
Týskland, Danmark og onnur lond skjóta upp, at í 2020 skulu 20 prosent av orkuni koma frá varandi orkukeldum, og at hendan ásetingin skal vera bindandi. Men fleiri lond, teirra millum tey eysturevropeisku, eru ímóti uppskotinum. Týski kanslarin, Angela Merkel, segði í gjárkvøldið, at hon fer at gera sítt ítarsta fyri at fáa uppskotið um tey 20 prosentini samtykt.
Tað er altumráðandi, at ES, sum á mongum økjum er slóðbrótari innan grønan búskap, grøna orku og umhvørvi, kann finna semju um munadygg tiltøk. Her er brúk fyri eini langtrøkkandi strategi, sum veruliga kann tryggja, at skaðiliga útlátið minkar. Hendir hetta ikki her og nú, so fara okkara eftirkomarar at liva í einum heimi, sum verður eyðkendur av náttúruvanlukkum og ómetaliga truplum búskapaligum viðurkskiftum. Vit eiga eisini at gera okkara. Herfyri var stórfingin ráðstevna á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn, har eisini føroyingar tóku lut. Her gekk sjón fyri søgn, at nakað munagott eigur at verða gjørt her í Norðuratlantshavi til tess at tryggja umhvørvi og verja okkum móti ógvusligum veðurlagsbroytingum. Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt.
Sosialurin