Vælferð krevur vøkstur í búskapinum. Hava vit ikki vøkstur í okkara búskapi, so hava vit heldur ikki orku til at halda fast um tað vunna og enn minni orku til framhaldandi batar og framstig. Tí er búskaparvøkstur ikki eitt liberalistisk gandaorð, ella nakað tey borgarligu hava patent uppá, men tað er so avgjørt ein sosialdemokratisk fortreyt. Hygg at okkara grannalondum, sum liggja fremst í heiminum, hvat vælferð viðvíkur. Tað, sum eyðkennir hesi lond, er fyrst av øllum ein semja um, at samfelagið skal skipast við møguleikum og trivnaði fyri øll, men veruliga grundin til, at henda útbygging hevur gingið so væl, er at hesi lond hava dugað at skapt ein støðugan búskaparvøkstur. Soleiðis málbar formaður Javnaðarfloksins seg í síni frágreiðing. Hetta orðaval kann bert tulkast sum, at flokkurin framvegis stendur fyri norðurlendska vælferðarmodellinum, hóast flokkurin hevur góðtikið eitt nú einskiljingarnar, sum standa fyri stavn.
Javnaðarflokkurin er sostatt komin til sama vegamót, sum brøðraflokkarnir í Norðurlondum. Hvat merkir hetta? Jú tað merkir, at útlitini fyri at kunna broyta kapitalistiska búskapin eru døpur. Men vælferðarsamfelagið skal jú fíggjast og má, sum er, fíggjast við tí búskaparligu samfelagskipan, sum ræður nevniliga tí kapitalitisku. Her er eingin bøn og tí má ásannast, at formaður Javnaðarfloksins gjørdi beint í at minna limir og fakfeløg á, at kostirnir í løtuni eru tvinnir: at lata standa til ella at síggja til, at karmarnir um verandi búskap eru so góðir, at hesin búskapur kann fíggja vælferðarsamfelagið.
Niðurstøða formansins var, at skulu vit halda fast um vælferðamálið, so mugu vit hava ein støðugan búskaparvøkstur, og hesin er treytaður av einum virknum og offensivum vinnulívi. Hetta er so satt,sum tað er sagt. Alt annað vildi verið ábyrgdarleyst, sum umstøðurnar eru í samfelagnum. Men harfyri eiga hugsjónirnar og deymarnir ikki at verða sleptir og harfyri eigur ikki at verða gloymt, at tað er neyðugt at hava neyvt eftirlit við einum búskapi sum okkara og samstundis at reka ein inntøkujavnandi politikk og at halda solidarisku kósina stútta.
Sosialurin