Oddagrein· UG–pluss til semingsmenn og samráðingarpartar

Eftir hóttanir ella gitingar um verkfall ella arbeiðssteðg hangandi yvir sær í eina tíð raknaði alt Føroya fólk upp týsmorgunin til tey góðu tíðindini um, at einki verkfall fór at vera á hesum sinni. Og ikki heldur komandi trý árini. Tað eydnaðist nevniliga pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at røkka eini semju, sum er søgulig eisini, tí hon er fyri heili trý ár.

Tað gingu annars leysatíðindi um, at partarnir stóðu sera langt frá hvørjum øðrum, og at vit helst fóru at fáa eitt drúgvt verkfall. Hetta var eisini orsøkin til, at mong keyptu inn undir seg, bensin ikki minst og síðani epli. Lagt varð upp til enn eitt lemjandi verkfall, har ikki minst høvuðsvinnan, fiskiflotin og flakavirkini fóru at stegða upp.

 

Tað skuldi tó vísa seg, at semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen megnaðu sína álitisuppgávu til fulnar, til eitt UG-pluss. Hetta vóru øll samd um, eftir at avtala varð undirskrivað, men eitt eru skilagóðir og semjusøkjandi semingsmenn, annað eru partarnir, sum skulu til at góðtaka eina semju. Og hertil er at siga, at teir vístu sama skynsemi við at ganga inn fyri tí semingsuppskoti, ið varð lagt fram. So hetta er tað vit kunnu kalla eina vinnarasak, har allir partar vórðu sigursharrar: arbeiðarafeløgini, arbeiðsgevararnir og seminsgsmenninir. Eitt stórt tillukku við tí, nú samfelagshjólini kunnu koyra ótarnað víðari komandi trý árini.

 

Við nýggja sáttmálanum hava limir hjá arbeiðarafeløgunum fingið fleiri túsund krónur í lønarhækkan sigur Samtak í skrivi. Tann mesta lønarhækkanin er til tey, sum hava starvast í 7 ár og sum sostatt fáa 3,25% omaná grundlønina í viðbót. Í krónum merkir tað, at tímalønin hjá fólki við 7 ára starvstíð hækkar í ár góðar 10.000 kr., meðan hækkingin í 2008 er um 5000 kr. í bæði 2008 og 5000 kr í 2009. Árslønin hjá fólki við fullum starvsaldri verður tískil í 2009 234.665 kr - hetta er við frítíðarløn. Hjá teimum sum ongan starvsaldur hækkar ársinntøkan fyrsta árið góðar 7000 kr til 214.478 kr. Í 2009 verður grundlønin 224.204 kr ella umleið 17.000 kr meir enn í dag. Eftirlønin hjá arbeiðarafeløgunum veksur 3% yvir 3 ár og verður 9,1% í 2009. Landsstýrið arbeiðir við eini loysn sum leggur upp til at arbeiðsmarknaðareftirlønin verður 15% innanfyri eitt 10 ára skeið. Arbeiðarafeløgini hava sett sær sum mál at røkka hesum setningi tey næstu árini.

 

Vit kunnu bert staðfesta, at friður verður á arbeiðsmarknaðinum mong ár fram, og er hetta eitt sera gott signal eisini at senda umheiminum, sum vit samstarva og hava samhandil við. Hetta var kanska besta gávan til Føroya fólk, nú vit annars gera okkum út til eitt vónandi heitt summar.

 

Sosialurin