Hvat var tað, sum hendi í Spania? Jú, tað, sum hendi var ein demokratiskur uppreistur móti tí sera høgravenda politikki, sum spanski konservativi stjórnarflokkurin hevur rikið í mong ár. Flokkurin hjá Aznar hevur borið seg at sum ein viljaleysur klæðseksdrongur hjá Busch og hetta, at Aznar saman við USA fór upp í kríggið móti Iraq hevur verið sera illa dámt av spanska fókinum. Ræðuliga yvirgangsatsóknin í Madrid í hinari vikuni prógvaði fyri sponsku veljarunum, at antiyvirgangspolitikkurin hjá konservativu stjórnini hevur verið ein vanlukka fyri landið. Her er ein orsøkin til misnøgdina at finna.
Ein onnur orsøk til misnøgd veljarans er tann víðgongdi høgrapolitikkurin, sum stjórnin hevur rikið. Hesin politikkur hevur havt til endamáls at taka av tað vælferðarsamfelg, sum spanski javnaðarflokkurin hevði bygt upp gjøgnum mong á Ein triðja orsøk skal finnast í tí sera harðrendu viðferð, sum Catalonia og Baskaralandið hava fingið frá konservativu stjórnini. Fólk í Spania vóru nú troytt av hesum afturhaldspolitikki og tey vóru troytt av at teirra stolta land skuldi hava leiklutin sum amerikonsk eltibløra. Tí fóru veljararnir frá tí konservativa fólkaflokkinum, Partido Popular yvir til spanska javnaðarflokkin Partido Sosialista.
Valið í Ruslandi gekk, sum væntað. Putin situr trygt á valdinum og politikkur hansara er vorðin alt meira ódemokratiskur við árunum. Valið í ruslandi var tí eingin sigur fyri fólkaræði, men bert ein staðfesting av, at Rusland enn einaferð um enn líðandi aftur er á veg í móti einaræði. Putin fer harðliga fer móti pressuni, hann fer ikki minni harðliga fram móti sínum politisku mótstøðumonnum og tann, sum fylgir við í russiskum politikki, fær eina kenslu av, at hetta er alt hent fyrr. Nú hendir tað bara uppá ein meira "demokratiskan" og smartan máta. Putin og flokkur hans kontrollera allar tððandi partar av russiska samfelagnum og herferð hansara móti yvirgangsmonnum hevur bert ført til enn meira yvirgang. Soleiðis var valið í Spania ein stórsigur fyri fólkaræði, meðan valið í Ruslandi var meira ivasamt.
Sosialurin