Oddagrein· Tunnilsgjald ein forðan?

Nevndirnar fyri báðar undirsjóvartunlarnar hava avgjørt at lækka gjaldið fyr tungu ferðsluna gjøgnum undirsjóvartunlarnar í næsta ár. Hetta man helst koma av, at man hevur viðurkent, at ov høgt gjald er ein forðing fyri menning í raktu økjunum.

Hetta er sjálvsagt gott fyri vinnuna, men tað skerst ikki burtur, at hetta merkir, at vanligi brúkarin ber ein størri part av byrðini við lutfalsvíst at gjalda meira.

Fyri handilslívið og fyri tann ferðandi, sum bara ferðast av og á, er tunnilsgjaldið ein stór forðing. Eingin fer úr Kvívík ella Kollafirði til Miðvágs í Keypssamtøkuna at keypa ein posa av eplum, um 170 krónur skulu leggjast afturat. Um einki gjald var, so kom hetta ivaleyst meir enn so fyri. Á sama hátt er tunnilsgjaldið ein forðan fyri tosinum um eitt felagsøki millum Klaksvíkina og Eysturoynna.

Tunnilsgjald er eitt framstig í mun til ferjubillettir, men sum samferðsluíløga, so var brúgvin millum Streymoynna og Eysturoynna nógv betur eydnað, tí at fulla potentialið kom til sín rætt nærum beinanvegin. Brúgvin tvørturum streymin kom eisini ístaðin fyri ferjur, uttan at nakar av tí grund kravdi bummgjald. Tá var man innforstaðin við politiskt, at landsvegir skuldu vera fríir at koyra á og skuldu fíggjast yvir skattin. Tá vóru tinglimir so mikið politiskt búnir, at eingin kundi droymt um t.d. at tikið eina slíka verkætlan sum gíðsil í einari debatt um billettir til Smyril.

Undirsjóvartunlarnir vóru eitt frávík frá hesum, uttan tó at skatturin fall. Hetta bíðar skattgjaldarin framvegis eftir. Argumentið við at íløgurnar vóru so stórar helt heldur ikki, tí at Oyggjarvegurin var nógv størri sum íløga í mun til fíggjarkarmarnir tá.

Tað er ongantíð ov seint at viðganga ein feil. Um tað vísir seg, at undirsjóvartunlarnir gera betur samfelagsnyttu við ongum tunnilsgjaldi, so eigur man politiskt at avtaka gjaldið, upploysa partafeløgini og lata Lansdverki tunlarnar at umsita.

Vónandi hevði ein slík avgerð ikki verið tikin til gísla av politikarum, sum vilja treytað eitt slíkt initiativ av at ferjubillettir verða ókeypis. Tað ber ikki til, tí at í mun til undirsjóvartunlarnar, so hevur t.d. Smyril, fyriuttan ein nógv hægri rakstrarkostnað, eina kapasitetsavmarking, sum altíð kemur at viðføra, at gjald má ásetast fyri sigling.

Har má ein nýggj samferðsluleið yvir Sandoynna til, um man landspolitiskt vil hjálpa suðringum við betri sambandi.

Sosialurin