Oddagrein: Trupulleikar loystir?

Tað er ein stórur spurningur, um Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum loysti teir trupulleikar, sum ætlanin var skuldu loysast á eykaflokstinginum leygardagin. Víst kom formaður floksins styrktur burturúr tinginum. Hann fekk sína viðtøkubroyting, men hon kann ikki nýtast afturvirkandi móti Tórbjørn Jacobsen. Víst fekk formaðurin samtykt eina áheitan á tingbólkin um at heita á løgtingsformannin at bera so í bandi, at Torbjørn Jacobsen kann verða koyrdur úr øllum tingnevndum, soleiðis at tingfólk loyal móti formanninum kunnu koma inn í staðin. Alt hetta var avgjørt við tryggum meiriluta, sostatt kann formaðurin so langt vera nøgdur.

Men almenningurin er stórt sæð eins klókur og hann var áðrenn flokstingið var sett. Stórir spurningar eru enn ósvaraðir og nýggir spurningar reisa seg eftir. Taka við umrøðuna í útvarpinum og yvirlýsingina, so líktist Tingið meira leikstjórnaðum fundi enn einum flokstingi, ið tók um røturnar á trupulleikunum, tvs. viðger innihaldið í tí skriving, sum fyrrv. næstformaðurin hevur staðið fyri. Hava vit fingið at vita veruliga orsøkina til, at Eysturoyartingmaðurin fór so harðliga út við sínum atfinningum móti formanninum. Hvat var veruliga endamálið? Var hetta tað bera upplop ella lá nakað veruligt aftanfyri! Formaðurin í landsins størsta flokki varð skuldsettur fyri at manipulera og fyri ikki at vilja lurta eftir øðrum enn sær sjálvum. Hetta vóru álvarsamar atfinningar, ið settu spurnartekin við formansins demokratiska sinnalag og leiðaraevni. Og tað var ikki ein og hvør, sum setti hesar fram. Tað var hansara egni og næsti samstarvsfelagi øll hesi seinastu árini. Mundi Flokstingið viðgera hetta og um ja, hvørja støðu hevði flokstingið til hesar grundleggjandi spurningar?

Eitt fólkatingsval stendur fyri framman. Kann tað hugsast, at hetta hevur lagt lok á og fer at leggja lok á trupulleikarnar? At tað fer at skapa frið í tingbólkinum, soleiðis at meira ikki hendir og Tobbi kann halda fram sum um einki var hent! Fyri Tjóðveldisflokkin hevur hetta val sera stóran týdning. Fólkatingið er einasti politiski plattformur av týdningi uttan fyri løgtingið, sum formaðurin hevur eftir. Var tað tí veruliga so, at tað ráddi um ikki at taka ov drastisk stig, sum kundu styggja Tobba frá at stilla upp til fólkatingsval og har við spilla spælið hjá formanninum? Um hetta var ætlanin, má sigast, at hesin taktikkurin hevur virkað. Tað eydnaðist t.d. at bera so í bandi, at formaðurin ikki misti andlit. Samtíðis varð heitt á tingbólkin um at koyra Tobba úr nevndunum. Men við tað at tingbólkurin er suverenur, so nýtist hann ikki at gera eftir ráðunum. Sostatt kunnu báðir partar vera nøgdir við úrslitið av flokstinginum og tað kunnu teir ivaleyst halda fram við, soleingi lokið ikki fer av pottinum. Tað kundi altíð hent, tí sum nevnt eru tær grundleggjandi ósemjurnar ikki burtur fyri tí, um tær eru komnar undir lok. Vit minnast eisini orðini hjá Tobba um granatirnar, sum hann hevur liggjandi. Hvussu skuldi tað nú skiljast. Eru tað viðurskifti, sum ikki tola dagsins ljós ella? Er tað av ótta fyri at hesar skulu bresta, at Tobbi verður verandi í sínum nevndarsessum? Livst so spyrst.