Tað er tí spell, at ein spaki ikki verður nevndur ein spaki, og at veruliga kjarnan í málinum ikki kemur nóg væl fram, og sum vit hava fingið haldgóð prógv fyri, nevniliga at raðfestingin av játtanum til íløgur og rakstur til sjúkrahúsverkið hevur ikki verið tann rætta. Ístaðin fyri fyrst at útbyggja LS, sum er okkara høvuðssjúkrahús, til at kunna vera á nútíðar støði fyri bæði sjúklingar og starvsfólk, hava politikarar spjatt frammanundan avmarkaðu játtaninar til at byggja út øll 3 sjúkrahúsini. Hetta er orsøkin til støðuna á B6. Tað er spell, at hetta ikki kemur meira fram í orðaskiftinum. Tó var tað landsstýrismaðurin, ið ærliga viðgekk, at raðfestingin av játtanum til sjúkrahúsini hevur kanska ikki verið tann rætta, og at hetta møguliga kann vera orsøk til støðuna.
Vit hava fingið tvey nútímans sjúkrahús í Suðuroy og Klaksvík. Tað øvundar eingin teimum, sum brúka hesi. Men skulu vit finna orsøkina til støðuna á B6 eru vit noydd at síggja veruleikan í eyguni. Hesin er raðfestingin av játtanum til samlaða sjúkrahúsverkið. Tað hevur alla tíðina verið greitt, at vit við at fremja so stórar útbyggingar á smærru sjúkrahúsunum hava vit ikki eisini kunnað nøktað tørvin á LS. Ístaðin er játtanin steðgað heilt upp og hetta eru tær miðaldarligu sjúkrahússengurnar, náttborðini og gjósturin eitt ítøkiligt dømi um. Tað er atvoldin til, at 18 sjúkrasystrar siga stopp.
Leiðslan á LS hevur eina torføra uppgávu. Tað er skeivt at geva henni ábyrgdina fyri øllum trupulleikanum. Tí tað eru føroyskir politikarar, sum eiga hesa ábyrgd. Og liggur hon í dag hjá landsstýrinum. At landsstýrið samtíðis hevur skorið blokkin, ið m.a. er brúktur til útbygging av sjúkrahúsunum, niður við nærum 400 mill. kr. er ein so stór politisk bumba, at nettupp stríðið á B6 átti at fest í tað fjúsið. Nú fáa vit so at síggja, um landsstýrið torir at liva við hesi hóttan. Neyvan. Vit fara helst at síggja stóru flokkarnar har hækka játtanina, nú val stendur fyri durum. Alt annað vil vera sjálvmorð.
Alt gott um Fimmaran, men hetta við raðfestingini av útbyggingini av sjúkrahúsverkinum, har útbygging av smærri sjúkrahúsunum hava sett LS aftur í bíðirøðina, er høvuðsorsøk til ta kreppu, ið hevur tikið seg upp. Tí er bara eitt at gera: at hækka játtanina til LS, soleiðis at tey góðu fólk har arbeiða fáa amboð og umstøður, ið hoyra einum høvuðssjúkrahúsi til.
Sosialurin.










