Munandi betraða undirstøðukervið kring landið við brúm, góðum og breiðum vegum, ferjulegum, tunlum og nú eisini undirsjóvartunlum megnaði í ávísan mun at steðga hesi óhepnu gongd, soleiðis at vit í dag sum heild hava eitt ríkt og livandi virksemi úti kring landið. Hetta tó ikki minst bygdafólkunum sjálvum fyri at takka, tí teirra støðufesti, trúgvin uppá egna megi og mátt og teirra stóri áhugi fyri at varðveita mongu og góðu búplássini kring oyggjarnar, hevur verið veruliga drívmegin. Sjálvandi saman við bøttu ferðamøguleikunum kring oyggjarnar.
Men ikki alla staðni hevur verið so atkomuligt og so frægt av fólki, at tað hevur borið til at varðveita smáplássini og her serstakliga útjaðaran. Vit hugsa um bygdinar í eitt nú Svínoy, Fugloy, Skúvoy, Mikinesi fyri bert at nevna nakrar. Eisini eru dømi um bygdir í størri oyggjum, sum eru nervaðar av, at fólkið flytur.
Tosað hevur verið um frá almennari síðu at gera nakað ítøkiligt fyri at steðga útoyggjadeyðanum. Vitandi at hetta ikki er lætt, tá bara eldra ættarliðið er eftir, tí besti vegurin at ganga er jú tá fólkini á staðnum sjálvi standa fyri menningini, so má tað almenna so ella so geva eina hjálpandi hond. Útoyggjarnar og bygdirnar har eru ein so týðandi partur av okkara søgu og mentan, at vit mugu gera alt vit eru ment fyri at steðga afturgongdini.
Landsstýri og politikararar hava borið fram føgur orð men tíverri verður hetta ikki til stórt meira. Ov nógv orð, ov fáar gerðir. Sitandi landsstýri hevur heldur ikki víst hesum álvarsmáli nóg stóran ans. Men hetta stóra álvarsmálið má ikki sleppa at doyggja ella verða gloymt í almenna orðaskiftinum. Útoyggjarfólk og tey, sum á ein hvønn hátt hava tilknýti til útoyggjarnar og sum skilja teirra søk og vilja stuðla henni, mugu bara aftur og aftur geva ljóð frá sær. Og eitt slíkt høvi verður á Útoyggjastevnuni í Svínoy komandi vikuskifti. Tað skal vera okkara vón, at eitt nú slík stevna verður við til at seta Útoyggjarnar á landakortið og at røddir haðani fara at verða hoyrdar so langt sum til høvuðsstaðin, har stóru og týðandi avgerðinar í samfelagnum verða tiknar.
Vit ynskja tykkum øllum eina góða útoyggjastevnu og vóna, at veðrið verður til vildar.
Sosialurin










