ODDAGREIN: Total kapitulatión

Tíðindafundurin í Tinganesi í gjár var milt sagt ein »ynkelig affera«. Sjáldan hava føroyingar sæð landsins leiðandi fólk so groggy og ódisiplinerað fyri opnum skíggja sum henda søguliga hósdagin 2. november. Hetta var antiklimaks á tí uppgeilaða politiska leiki, ið fyrst og fremst Tjóðveldisflokkurin hevur staðið á odda fyri nú í skjótt trý ár.

 


Ein slík kúvending í einum so stórum máli kemur neyvan av ongum. Tað er ikki so ringt heldur at ímynda sær, hvat er farið fram handan leiktjøldini í Tinganesi hesar seinastu dagarnar. Anfinn er vorðin so hart kroystur av sínum egna baklandi, at hann hevur givið Tjóðveldisflokkinum valið millum at fara úr Tinganesi ella at fylgja stig fyri stig leisti Fólkafloksins. Fyri ikki heilt at missa andlit hevur formaður Tjóðveldisfloksins tó fingið løgmann at varðveita orðið fullveldi og eina diffusa fólkaatkvøðu um eina ella aðra ætlan. Tað sær tí ikki mætari út enn, at løgmaður loksins hevur avdúkað tað, sum hann hevur dult so leingi og kamuflerað aftan fyri heitið "Breið semja".

Tað stendur púra greitt, at landsstýrið hevur hálsað um. Tjóðveldisflokkurin hevur verið ov bráður at framskunda eina annars náttúrliga gongd. Nú er fullveldið ikki byrjanin á gongdini. Nú er tað endin, nakað, ið líkist meira tí, sum eisini andstøðan hevur víst á: at vit skulu yvirtaka sohvørt vit megna tað og gerast meira og meira sjálvstøðug alt við tí fyri eyga ein dag at standa sum sjálvstøðug tjóð. Javnaðarflokkurin hevur so sum eitt alternativ eisini skotið upp at gera eina heilt nýggja skipan við Danmark.

Var tað hent í nøkrum øðrum landi, tað, sum Føroya fólk nú eru vitni til, hevði landsstýrið lagt frá sær, og val varð útskrivað. Einhvør stjórn, sum hevði liðið eitt so stórt niðurlag í sínum kardinalmáli, hevði tikið eitt val. Tað er djúpt, djúpt ódemokratiskt at verða sitandi.

Kúvendingin - tann totala kapitulatiónin - má vera ein beiskur biti hjá Tjóðveldinum at svølgja. Men kamelarnir ganga væl niður. Tær nýtist annars ikki at vera serfrøðingur fyri at gjøgnumskoða, hvat veruliga hendir: At Tjóðveldið hevur valt maktina framum um fullveldið. So einfalt er tað. Tá formaður Tjóðveldisfloksins biður politikarnar lata vera við at gera málið til partapolitikk, so er tað toppurin á øllum frekleika. Tí Tjóðveldisflokkurin hevur sjálvur gjørt hetta til partapolitikk. Tí, var tað málið, ið flokkurin helt fast um, so hevði hann eisini tikið seg úr landsstýrinum eftir hetta stóra niðurlagið. Men tað er maktina, ið flokkurin vil halda fast um, og tað prógvar støðan nú. Eitt sindur í andstøðu til orðini hjá einum kendum tjóðveldismanni: vit víkja ikki ein tumma.

Veruleikin er, at tað hevur ongantíð verið rikin so feitur partapolitikkur sum nú. Hetta er feitur partapolitikkur! Tjóðveldisflokkurin ger hetta fyri at tryggja sær valdið eisini eftir næsta løgtingsval. Hetta snýr seg um einki minni enn løgtingsvalið.

Sosialurin