Oddagrein·Tola hann og samgongan eitt misálit?

Á fundi fyrrdagin samdust andstøðuflokkarnir um at leggja eitt uppskot
um misálitisváttan á landsstýrismannin í fiskivinnumálum Jørgen Niclasen.
Andstøðuflokkarnir grundgóvu støðutakan sína við, at teir kundu ikki
lata tað fara aftur við borðinum, tá ein kanningarstjóri kemur til ta
niðurstøðu, at ein landsstýrismaður og fyrisiting hansara eru farin út
um lógarheimildirnar í málinum at endurfíggja fjarfiskiflotan.

Í skrivandi løtu er ikki greitt, um tað kemur so langt, at
andstøðuflokkarnir leggja fram eitt uppskot um misálit, tí politiska
støðan kann broytast frá tíma til tíma. Serliga tí at
Tjóðveldisflokkurin hevur ikki greitt boðað frá, um hann fer at atkvøða
fyri. Men tað, sum tjóðveldistinglimir hava sagt, bendir á, at
Tjóðveldisflokkurin fer at atkvøða fyri.

Møguleiki er eisini fyri - og tað er tann mest natúrligi - at Jørgen
Niclasen leggur frá sær. Av sínum eintingum ella tí at Fólkaflokkurin
kroystir hann til tað. Við at leggja frá sær sleppur hann undan, at hann
noyðist at leggja frá sær, tí ein meiriluti í Løgtinginum hevur ikki
álit á honum. Eitt slíkt misálit fer altíð at hanga sjónligt á honum.

Um hann ikki leggur frá sær, og ein meiriluti er fyri einum misáliti,
rakar tað eisini Anfinn Kalsberg, løgmann. Hann hevur givið Jørgen
Niclasen og fyrisiting hansara eina átalu, men hann hevur latið hann
sita, hóast landsstýrismaðurin hevur skatt umdømi hjá landsstýrinum, og
ikki hevur megnað at byggja upp eina nóg góða fyrisitingarliga
mannagongd.

Um Løgtingið fellir Jørgen Niclasen, kann Anfinn Kalsberg neyvan halda
fram við verandi samgongu. Hann fær tá óbeinleiðis eina misálitisváttan
fyri, hvussu hann hevur handfarið støðuna, sum kom í. Slítur hann
landsstýrissamgonguna, er Jørgen Niclasen óbeinleiðis orsøkin til eitt
møguligt slit, tí hann vildi ikki leggja frá sær.

So er spurningurin, um Anfinn Kallsberg hevur aðrar møguleikar. T.d. at
skipa eina nýggja samgongu við annaðhvørt Sambandsflokkinum ella
Javnaðarflokkinum - flokkum sum atkvøða fyri einum misáliti á
landsstýrismann, sum løgmaður hevur víst álit! Ella um hann leggur frá
sær.

Hóast samstarvið millum serliga Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin tykist
slitið, so er tað eisini eitt dømi um vantandi samstarvsvilja, at allir
landsstýrisflokkarnir ikki saman royna at forða fyri, at eitt misálit
vinnur frama.

Samanumtikið kann hugsast, at Jørgen Niclasen leggur frá sær, og
landsstýrissamgongan heldur fram. Við tí sleppur Jørgen sjálvur best frá støðuni, partamaður hansara verður sitandi í løgmanssessinum, hóast nakað særdur, Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin verða verandi við valdinum osfr. Eingin ivi er um, at leiðslurnar í stóru samgonguflokkunum í evstu løtu fáa landsstýrismannin at leggja frá sær, so samgongan kann blíva sitandi. Men vil landsstýrismaðurin ikki leggja frá sær, so er tað upp til Tjóðveldisflokkinn at avgera lagnu hansara og helst sína egnu eisini. Velur hann at atkvøða fyri misáliti, so rýkur samgongan helst, velur hann tað ikki,so verður helst innanhýsis uppreistur í flokkinum og øll fara at minna leiðsluna á handfarinina av Signarmálinum.

Sosialurin